Dýrt fyri Blik

Rættuligur spenningur hevur verið hjá fimm mannaførum við gentum. Men sættaplássið til Blik á vestanstevnu tók nakað av spenninginum, tí nú er Sílið fýra stig framman fyri argjagenturnar

Róðurin hjá fimm mannaførum við gentum fekk eina óvæntaða vend á vestanstevnu. Firvaldur streyk avstað við sigrinum fyri fyrstu ferð í ár, og Sílið fekk eitt annað pláss. Teimum á baki komu ávíkavist Havfrúgvin og Fípan Fagra.
Ein og hvør, sum hevur fylgt við í hesari kappingini veit, at her manglar eitt stórt navn. Nevniliga Blikur. Kappingin stóð millum einar sjey bátar, sum lógu í einum trunka og bjóðaðu av. Fleiri bátar, sum vanliga ikki hava verið so væl við, hildu seg framat, og tá avtornaði máttu argjagenturnar taka til takkar við einum sera skuffandi sætta plássi. Men har skal beinanvegin sigast, at tað var so tætt, at eittans sekund var frá øðrum plássinum aftur til sjeynda plássið.
Firvaldur vann sum sagt róðurin, sum annars var sera tættur hóast alt. Tvørágenturnar hava spátt fyrr í ár, at tær fóru at vinna ein róður. Mangan hava tær verið nær við. Og á vestanstevnu eydnaðist tað teimum loksins at hála ein sigur í land.
Frøin var sum vera man stór á suðuroyargentunum, og øllum fjepparunum, sum vóru komin til Sørvágs at hyggja at kappróðrinum.
Í kappingini um føroyameistaraheitið er ikki so nógvur spenningur eftir. Tað skal í øllum førum gangast øgiliga illa hjá Sílinum, um tað ikki skal eydnast teimum at gerast føroyameistar. Blikur hinvegin skal vinna ólavsøkuróðurin, og hartil mugu tær fáa hjálp frá øðrum manningum eisini.


1Firvaldur05.09.09
2Sílið05.11.11
3Frúgvin05.11.13
4Fípan Fagra05.11.24
4Havfrúgvin05.11.24
6Blikur05.12.11
7Drekin05.12.18
8Junkarin05.16.14
9Ørnin05.18.00
10Falkur05.20.09
11Spógvin05.26.10
12Tjaldrið05.32.14
13Tekla05.35.09
14Dúgvan05.39.06