Fótbóltur
Runavíkingar eru enn við í FM-striðnum. Tað staðfestu vespurnar, tá teir vitjaðu í Fuglafirði leygardagin.
NSÍ var frá byrjan betra liðið, og teir byrjaðu eisini væl, tá Helgi L. Petersen rættiliga skjótt legði gestirnar á odda. ÍF var í longum løtum um ein háls hesa løtuna, og tó at yvirvágin hevði hug at flata út, so var sjáldan ivi um, hvat var betra liðið.
2-0 gjørdist tað, tá Christian Høgni Jacobsen enn einaferð staðfesti, hvussu vandamikil hann er. Hesa ferð var málið eitt gott dømi um, at ein áleypari við viðráki er serstakliga vandamikil. Landsliðsmaðurin vann eina tackling, og áðrenn nakran vardi meddaði hann bóltin í meskarnar.
Eftir steðgin tók NSÍ so longur aftur, og tað gav fuglfirðingum bóltin meira. Vertirnir royndu eisini at trýsta, og so hendi tað, sum so ofta hendir. ÍF misti í álopsroynd, og so gekk skjótt hinvegin. Endin varð, at Óli Hansen stóð púrasta blankur, og tað takkaði hann fyri.
At ÍF kortini fekk minkað, mundi ikki bila so nógv fyri runavíkingarnar, men tað nívdi nógv, at reytt kort samstundis fylgdi við. Jens Martin Knudsen og Bartal Eliasen vóru í hornatøkum, tá dómarin metti Jens Martin hava hevnt seg. Reytt kort til Jens Martin og brotsspark til ÍF, sum Bartal fyri aðru ferð á rað sendi beint í meskarnar handan Einar Hansen, sum varð settur av bakkinum í málið.
Við einum manni í yvirtali royndi ÍF at trýsta seinastu løtuna, men tað gav sjáldan nakrar ítøkiligar møguleikar. Teir eru framvegis at finna í botninum, meðan NSÍ spakuliga kann fara at droyma gyltar dreymar.
Men teir mugu so droymast uttan Jens Martin Knudsen, sum við vissu ikki verður við, tá NSÍ spælir móti HB næstu ferð. Og tað kann væl vera, at veteranurin í málinum heldur ikki er tøkur, tá B36 er mótstøðuliðið í Gundadali annan mikudag.