Caroline Kennedy, dóttir John F. Kennedy forseta, varð í gjár tilnevnd til eitt av væl umtóktu størvunum í amerikonsku uttanríkistænastuni.
Barack Obama innstillaði Caroline Kennedy til nýggjan sendiharra í Japan. Embætið verður roknað sum lyklastarv hjá amerikonskum sendiharravirksemi, skrivar Jyllandsposten frá Ritzau.
Síðan Obama varð afturvaldur til forseta seinasta heyst, hava tíðindi gingið um, at Caroline Kennedy fór at fáa væl umtókta embætið í Japan aftur fyri at hava veitt honum stuðul í fleiri ár.
Senatið skal nú góðkenna valið av Caroline Kennedy, men tað verður roknað sum ein formlig søk. Eingin hevur opið funnist at hugskotinum um at gera hana til sendiharra. Í senatinum hevur Demokratiski flokkurin meirilutan, og í flokkinum er pápi hennara, John F. Kennedy, sum framvegis stóra fyrimyndin.
Caroline er einasta barnið á lívi hjá fyrrverandi forsetanum, og nógvir amerikanarar minnast hana sum smágentu í Hvítu Húsunum, ikki minst í sambandi við, at pápin doyði.
(mynd: Mary Altaffer/AP)