Tónleikakapping
Dávur Juul Magnussen hevur seinastu dagarnar kappast við 21 aðrar gávuríkar ungar klassiskar tónleikarar, ella sokallaði supertalentir, um at vinna sær sætið í finaluni í kapping, ið danska sjónvarpsráinDR2 skipar fyri. Nú er greitt, at Dávur er millum tey fýra síðstu í kappingini. Hann skal sostatt spæla saman við DR Radio Underholdnings Orkestret í finaluni í konsertsalinum í útvarpshúsinum hjá DR 7. januar 2006.
Kappast um kr. 100.000
Í finaluni skal Dávur kappast ímóti Bjarke Mogensen, ið er 19 ár og spælir accordeon, Gunvor Sihm, ið er 19 ár og spælir fiól og 12 ára gamal Kern Westerberg, ið somuleiðis spælir fiól. Vinnarin fær kr. 100.000 . Men eingin ivi er um, at upplivingin at sleppa at spæla saman við víðagitna Radio Underholdning Orkestret er ein vinningur í sjálvum sær.
Vanur at vinna
19 ára gamli trombonleikarin gongur til dagligt á studentarskúla, men droymir um at lesa tónleik í framtíðini. Hann spælir og hevur spælt við í nógvum ymiskum orkestrum m.ø. Havnar Hornorkestri og Havnar Ungdómshornorkestri. Við Havnar Hornorkestri vann Dávur í fjør Evropameistaraheitið fyri hornorkestur í Glasgow. Sjálvur hevur Dávur vunnið fyrstu virðisløn í kappingini Berlingskes talentkonkurrence.
Fokus á talent
DR2 skipar fyri kappingini, og av sjónvarpsstøðini siga tey, at málið við kappingini er at seta ung donsk klassisk tónleikatalentir í fokus. Hetta fer at geva hyggjarunum innlit í hvussu ungir tónleikarar arbeiða við klassiskum tónleiki
DR2 hevur eftir gjøllar kanningar valt 22 ung fólk í aldrinum 10-19 ár, ið vera mett at vera gávuríkastu ungu klassisku tónleikararnir í danska ríkinum.
Tey 22 spældu í fyrsta umfari eitt tónleikastykkið, ið var millum 5 og 8 minuttir. Aftan á hetta vóru 14 vald frá. Tey 8, ið vóru eftir, fingu vegleiðing í framførslu og øðrum. Aftan á enn eina framførslu vóru 6 eftir, og síðan 4.
Tónleikurin er høvuðsparturin av kappingini, men dentur verður eisini lagdur á sambandið við áhoyraran og pallframførslu
Sent í januar
Sendingarnar verða vístar á DR2 í januar, Sjónvarp Føroya hevur avtalu við DR og DR2 um at kunna samsenda. Enn er hetta so nýtt, at enn er eingin avgerð tikin, um tað verður samsent ella ei, sigur Ivan Niclassen leiðari av mentanardeildini í sjónvarpinum við Sosialin. Men hann heldur tað vera sannlíkt, at sjónvarpið fer at fylgja við í kappingini.