Dávur Magnussen vann landavegssúkklukappingina hjá Tórshavnar súkklufelag, sum var á páskum. Hann kom á mál framman fyri Gudmund Joensen og Gunnar Dahl-Olsen.
Leygardagin 26. mars, skipaði TSF fyri kapping í landavegsúkkling. Leiðin gekk úr Tórhavn til Saksun og so aftur til Havnar. Ein teinur upp á áleið 100 kilometrar, men møguleiki var eisini at súkkla ein styttri tein. Tey, ið valdu at súkkla styttra teinin, vendu við Áir. Hesi koyrdu umleið 70 kilometrar.
Startur og mál var við Plantusøluna við Hvítanesvegin í Havn. Komin til Havnar skuldi man framvið málstrikuna, súkkla niðan til rundkoyringina við R. C. Effersøesgøtu, eftir Eystara Ringvegi, eftir Strond, venda um rundkoyringina við Skansan, fyri síðan at koyra á mál við Plantusøluna.
Fylgdust allan vegin
Teir, ið koyrdu longra teinin vóru Dávur Magnussen, Guðmundur Joensen og Gunnar Dahl-Olsen.
Hesir fylgdust allan vegin, men komnir til brekkuna niðan úr Hósvík ávegis til Havnar, mátti Gunnar Dahl-Olsen sleppa lítla feltinum, og Dávur Magnussen og Guðmundur Joensen komu eisini á mál fimm minuttir áðrenn.
Dávur Magnussen vann endaspurtin og vann sostatt næstu kappingina í ár. Guðmundur Joensen var væl fyri, og megnaði at svara aftur hvørja ferð Dávur Magnussen royndi at sleppa undan honum.
Tað var eisini tætt millum eitt og tvey hjá teimum, ið koyrdu styttra teinin. Andrass Joensen og Jan Hjaltalin kappaðust um fyrta plássið. Andrass Joensen var drúgvari og vann kappingina.
Úrslit, menn, 100 km:
1. Dávur Magnussen, 2 tímar, 57 minuttir
2. Guðmundur Joensen, ST (somu tíð)
3. Gunnar Dahl-Olsen, 3.02.00
Úrslit, menn, 70 km:
1. Andrass Joensen, 2 tímar 11 minuttir 5 sekund
2. Jan Hjaltalin, ST
3. Sverri Mohr Edvinsson, 2.14.00
4. Jónálvur Johannesen, 2.15.00
5. Henrik Kølleskov, 2.15.30
6. Símun Pauli Dam, 2.18.00
7. Christian Guttesen, 2.31.00
8. Kjartan Egholm, 2.31.30
9. Johan Petur Michelsen, 2.40.00