Da Vinci-bannið um alt Europa

 Fólk skulu sjálvi ráða um tey lesa bókina ella sígga filmin sigur bispurin í Grønlandi . Søgan um føroyska bannið av The Da Vinci Code er farin um alt Evropa

Da Vinci Code

Í seinastu viku byrjaðu útlensk bløð at hava áhuga fyri søguni, um at Havnar Bio ikki vildi vísa filmin The Da Vinci Code. Við eitt var søgan við á Deadline á DR2, við í 32 týskum bløðum, t.d. Frankfurter Allgemeine Zeitung og í øllum donskum, svenskum og norskum bløðum. Í Íslandi var søgan í íslenska sjónvarpinum og seinni hevur søgan verið í heimskenda Time Magazine og seinni eisini í Grønlandi.

Fjølmiðlanir spentir
Við eitt eru Føroyar á heimskortinum, tí landið hevur forbjóða heimskenda filminum um søguna hjá Dan Brown. Og ikki minst av øllum, so kom søgan, um hetta bannið, júst í tøkum tíma, tí allir fjølmiðlar kunnu ikki skriva nakað um filmin enn. Øll hava sitið og bíða eftir, at okkurt land fór at forbjóða filminum. Tí var tað bert ein spurningur um tíð, áðrenn onkur fór at ger hetta, ið Vatikanið annars hevur rópt um leingi.
Søgan kom fyrst via Ritzau og Berlingske Tidende.

Skal Grønland læra okkum?
Beint áðren deadline kom fram, at Grønlenski bispurin Sofie Petersen er móti hesum:
»Det må være helt frit for folk, hvorvidt de vil læse bogen eller se filmen. Der skal ikke lægges bånd på nogen. Men forbuddet på Færøerne afspejler efter min mening de kirkelige forhold på øen, og som sådan undrer holdningen hos biografejerne mig ikke. På Færøerne er kirken mere fundamentalistisk og skrifttro. Samtidig er der flere kirkelige trosregninger. De præger Færøerne på en helt anden måde end i Grønland. Her ville et forbud aldrig kunne lade sig gøre. I hvert fald ville det få den modsatte virkning. Der ville bare komme endnu mere interesse for bogen og filmen«, sigur hon við Grønlandsposten.

Annars sigur stjórin fyri Katuaq Biograin í Nuuk Juaaka Lyberth, at »Det er naturligvis de færøske biografejeres eget valg, men som demokrat og liberalt menneske må man give folk mulighed for selv at tilegne sig viden. Jeg er aldrig formynderisk over for vores publikum. De kan selv vælge, om de vil se filmen eller ej«

Time MagazineEitt av heimsins stóru bløðum er Time Magazine, ið er ein teim veruligandi týðandi fjølmiðlum, tey hava hoyrt um føroyska ynski, um ikki at vísa filmin, hevur nevnt hetta. Tey brúka pláss uppá at vísa,hvat kann forða filminum, og nummar eitt er eitt reint bann, sum í Føroyum. Tey siga:
Her eru nakir mátar, ið tey, ið eru ímóti kunna brúka:
1. Forboð í teim føroysku biografunum í Føroyum, ið er eitt danskt øki, ið ikki vilja vísa filmin um Dan Brownsa skaldsøgu, ið hevur selt um eingin onnur, ti tey eru ímóti at filmurin er gudsspottandi. Hetta er ikki fyrsti filmurin, ið verður banaður í Føroyum, filmurin hjá Monty Python Life of Brian varð eisini forboðin, tí hann var so illvorin og vísti nógvar síður av hesi søk.
Í skrivandi løtu hava meir enn 40 stórir fjølmiðlar skriva um hetta, í Danmark BT, Politiken, BT, og í Týsklandi er søgan eins stór, sum føroyski sigurin á Eysturíki á sinni, verður sagt í Týsklandi.