8. mai er altjóða Reyða Kross dagur. Hesin dagur er valdur, av tí at hetta var føðingardagur Henry Dunants, ið stovnaði Reyða Kross fyri 150 árum síðan, í 1863.
Dagurin er ein fagnaður til teir mongu limirnar, tey nógvu sjálvbodnu og allar stuðlarnar hjá Reyða Krossi, ið áhaldandi arbeiða fyri at hjálpa, menna og stuðla kring allan heimin.
Reyði Krossur er heimsins størsti hjálparfelagsskapur, ið var settur á stovn, at verja mannalív og heilsu, at tryggja virðing fyri øllum menniskjum og at fyribyrgja og linna um menniskja líðing.
Reyði Krossur hevur virkað í Føroyum í 83 ár, og er mangt manngott arbeiði gjørt øll hesi árini. Bjargingarringar hava verið settir upp kring landið, brúkt klæðir vera savnaði inn og latin teimum, ið hava tørv á tí, endurnýtslu handlar eru, nógv skeið í fyrstuhjálp verða hildin, samarittarnir hjálpa til á tiltøkum, vitjunartænastan tryggjar góða samveru til tey, ið eru einsamøll og mangt annað verður gjørt hvønn dag her á landi. Eisini hevur Reyði Krossur Føroya latið stuðul til útheimin, bæði til neyðhjálp, eitt nú tá jarðskjálvtin rakti Haiti í 2010 og tá hungursneyðin rakti Eystur Afrika í 2011. Og til menningarstuðul, sum til dømis heilsuprosjektið í Kambodja, har fleiri bygdir í norður eystur Kambodja fingu stuðul, at byggja vatnbrunnar og at fáa frálæru í reinføri.
Alt hetta at takka teimum mongu sjálvbodnu, limum og stuðlum felagsins.
- Vit á Reyða Krossi vilja við hesum ynskja tykkum øllum ein góðan 8. mai og heita á tykkum øll, um at halda áfram við, at hjálpa okkum at hjálpa teimum, ið hava brúk fyri hjálp, menning og stuðli, sigur Reyði Krossur Føroya í morgun. .