Revsingin fyri ferðsludráp er linari í Føroyum enn í Danmark. Hetta kann ikki vera rætt, siga avvarðandi í samrøðu við Sosialin í samband við minningardag teirra ferðsludeyðu Í dag er minningardagur teirra deyðu í ferðsluni. Dagurin verður hildin við at blómur verða lagdar á støð, har ferðsluvanlukkur, sum hava kravt mannalív, eru hendar.
Ráðið fyri Ferðslutrygd sigur á heimasíðu sínari, at endamálið við tiltakinum er at fyribyrgja og fáa okkum øll at hugsa um hesi álvarsomu viðurskifti, sum henda so nær okkum, men sum vit eru so skjót at gloyma.
Hetta ár áttandi árið at skipað verður fyri at halda minningardagin, sum á hvørjum árið verður hildin fyrsta sunnudag í juli.
Hini árini hevur dagurin eisini verið merktur av, at evnið hevur verið tikið upp í kirkjum og samkomum, og tøgn hevur verður hildin í ein minutt, tá ið dystirnir í Formuladeildini byrja henda dagin.
Sosialurin hevur hetta vikuskiftið samrøðu við systrarnar Elisabeth Eldevig, Annu Háberg og Ritu Syderbø, sum mistu foreldrini, Rosu og Ditleif Eldevig í ferðsluvanlukku seinasta ár.
Tær undrast yvir, at tey avvarðandi ongin ráð ella tilboð fingu um sálarliga hjálp henda dagin, tá vanlukkan hendi, og familjan skelkað møtti upp á Landsjúkrahúsinum. Ferðsludeyðin rakar hart, og tey avvarðandi eiga at fáa sálarliga kreppuhjálp, siga tær.
Eisini koma systrarnar við einari inniligari áheitan á føroysku politikararnar um at dagføra ferðslulógina. Í Danmark er revsingin fyri ferðsludráp herd, men í Føroyum lata politikararnir bara standa til, staðfesta tær.