Í dag velja íslendingar nýtt ting

Tólv flokkar bjóða seg fram á valinum, og kanningar siga, at Sjálvstæðisflokkurin verður størsti flokkur

Tað er val til altingið í Íslandi ídag. Tólv flokkar bjóða seg fram, og sambært síðstu veljarakanningini hjá Gallup, so er tað sannlíkt, at sjey flokkar fara at vinna uppum tinggáttina.

 

Hóast kanningin sigur, at afturgongdin verður næstan átta prosent, so verður Sjálvstæðisflokkurin hjá Bjarna Benadiktsson, forsætismálaráðharra, aftur størsti flokkur.

Næststørstur verður Vinstri grøni, sum sambært kanningini verður eitt vet betri umboðaður í nýggja altinginum, enn hann var fyri einum ári síðani.

Samfylkingin ella Javnaðarflokkurin fær sambært kanningini næstan trífalt so stóra undirtøku, sum hann fekk fyri einum ári síðani, tá ið talan var um katastrofuval hjá javnaðarmonnum.

 

Ein av áhugaverdu spurningunum er, hvussu tað fer at hilnast hjá nýggja Miðflokkinum. Tað er Sigmundur Davíð Gunnlaugsson, sum stendur á odda fyri nýggja flokkinum. Hann var forsætismálaráðharri og oddamaður fyri Framsókn, inntil hann fyri einum ári síðani noyddist at útskriva val. Fyri stuttum stovnaði hann nýggjan flokk, og tað letur til, at veljarin heldur nógv av honum.

Nýggjasta kanningin sigur, at Miðflokkurin fer at vinna 9,72 prosent og harvið verður stóri vinnarin. Framsókn fær 8,92 prosent, og harvið verður undirtøkan umleið tann sama, sum hon var á valinum fyri einum ári síðani – leygardagin 29. oktober í 2016.

 

Veljarakanningin sigur, at tveir aðrir flokkar fara at vinna seg inn á ting. Teir eru Piratar og Viðreisn. Hjá báðum verður roknað við ávísari afturgongd.

 

Tað eru 248.502 veljarar.

Tað eru 63 tingmenn í altinginum.

Valhølini vera opin frá klokkan níggju fyrrapartin og til klokkan tíggju í kvøld.

 

Nýggjasta
kanninginValið 2016
Sjálfstæðisflokkurinn25,2729
VG17,3115,91
Samfylkingin15,485,74
Framsókn8,9211,49
Miðflokkurin9,72
Piratar8,9514,48
Viðreisn8,1810,48
Flokkur fólksins4,023,54
Björt framtíð1,527,16
Aðrir flokkar0,642,2