Ein heilsa til sangmeistaran
Syng mær eitt lag av ytstu trom,
har kveikjand ljós brenna bjørt undir lon,
har Mozart og Bach
á himnavøllum
og nótabløðum
í jarðiskum høllum
liva í taktum og øktum
millum orð og ljóm.
Tú lyfti upp Mozart,
tú lyfti upp Bach
í guddómligari takt,
og legði ljóð á mannavørr
við Vagn Holmboe
í skaldskapi
úr føroyskari ond -
við nútíðardámi
úr musiskari vond.
Syng eitt gamalt,
rótføroyskt sálmalag!
Syng eina kantatu!
Í Listaskála og Norðurlandahúsi,
har fjøllini daga
í fjallagreinum
um firðir sund
í okkara
innastu lund!
Har stóðst tú,
tá stríður streymur,
leikandi íður,
froðandi streingir -
í froðuskoti
sungu sínar fosturlandssangir
í hjómhvítum brimgangi
og linkandi landbrimi,
lygnum og vaðgotum,
tá vetur, vár og summar
í kyldum í løtum
nurtu við ungt hold
undir grønum líðum
á Føroyafold.
Ólavur!
Við krýna títt høvur
við krokusmyrtum,
nú sjútifimm ár eru farin
í eitt musiskt, musikalskt
tíðarhav.
Har er eitt lag,
sum er títt
í barmi hugans yrktum
av krokusmyrtum!
Frits