Dagarnir 11., 12., og 13. september

11. september. Hildibjartur. Føroyskt navn fyri Hillebert, sum var biskupur í Tours í Fraklandi og doyði í 1134.
Upprunaliga týskt navn, ið merkir stríð og bjartur.

12. september. Guido, deyður í 1012. Guðrøkin ungur maður, sum gjørdi fleiri pílagrímsferðir. Heimafturkomin doyði hann í Anderlecht í Hálandi av stravnu ferðum sínum. Fleiri undurverk hendu við grøv hansara, og tí varð hann lýstur halgimenni

13. september. Cyprianus, deyður í 258. Hann var sakførari og lærari í Kartago, men 45 ára gamal gjørdist hann kristin og varð tvey ár sinni valdur til biskup. Hann skrivaði nógvar lærubøkur og søgubøkur, og handrit hansara eru týdningarmiklar keldur til søguna hjá fornkirkjuni. Hann var tikin av døgum undir Valerianus keisara.