Dagbókin: Torkil Veyhe

1. dagur: Torkil Veyhe greiðir frá gongdini í Tour de Normandie.

Torkil Veyhe er við fyrstu stóru súkklukappingini saman við nýggju liðfeløgunum í ColoQuick-CULT. Talan er um Tour de Normandie, sum verður hvønn dag í hesari vikuni – sjey teinar, ið allir eru rímiliga slættir.


Óhapp stungu seg upp á teininum í dag, og tíverri varð Torkil ein av teimum, sum varð fangaður aftarliga. Hann kom á mál sum nummar 100, 11 minuttir og 55 sekund aftanfyri vinnaran, Anthony Delaplace frá Fortuneo – Vital Concept.


in.fo fer at samskifta við Torkil Veyhe hvønn dag, og dagbókin – samskiftið – verður endurprentað í einari nýggjari grein hvørt kvøld í vikuni.


1. dagur - Bourg-Achard – Gonfreville-l’Orcher – 143 km


in.fo:

Hey Torkil, hvussu gekst í dag?


Torkil Veyhe:

Hey! Gekk einki serligt í dag... Ein ordans elddópur, um man kann siga tað so. Tað var full speed ahead allan dagin. Tað var síðuvindur frá byrjan av og eg sat væl við, men eftir 60 km dottu nakrar frammanfyri meg - tað kom eitt hol í feltið, og vit, sum sótu aftanfyri, kláraðu akkurát ikki at lukka (tað er sera ringt at lukka tá ið tað koma hol í síðuvindinum). So var game over og vit endaðu í einum bólki, sum kom á mál nakað eftir. Men vit muga bara royna aftur morgin... fari nokk at satsa upp á at koma í útbrot onkran dag.


in.fo:

So var neyvan tíð til at tosa í feltinum, men fekst tú eyga á Chris Anker Sørensen? (stjørnan í kappingini, 12 Grand Tours á CV)


Torkil Veyhe:

Nei, bestemt ikki, men jújú, vit sótu í sama bólki.


in.fo:

Kul. Hvat er so á skránni hjá tykkum restina av kvøldinum?


Torkil Veyhe:

Vøddamýking og eta. (mynd ovast)

 


in.fo:

Hatta sær ikki so býtt út. Takk fyri í dag, og góða eydnu í morgin!


Torkil Veyhe:

Nei, lekkurt. Takk, tað fáa vit brúk fyri ;-)