- So er avgerðin tikin. Eg stilli upp til løgtingsval fyri Javnaðarflokkin.
Soleiðis skrivar Dagfinn Olsen á sínum Facebook-vanga í kvøld.
- Eg takki fyri álitið, og eg ætli mær at gera mítt allar besta, um tað skuldi hent, at eg verði valdur, sigur Dagfinn.
Hann vísir á, at nógv týðandi mál eru eftir hansara tykki, sum umráðandi er at fáa á skrá.
- Búskapar-, og bústaðarpolitikkur, ung og eldri borgarar eiga at hava virðiig kor, eins og vit eiga at hava ein greiðan og miðvísan mentanarpolitikk.
Dagfinn Olsen, sum vit fara at hoyra meira til, sigur, at hann er ógvugliga spentur upp á ein komandi Suðuroyðartunnil.
Lesið eisini: Skulu finna nýtt valevni fyri Henrik Old











