? Arbeiðið hjá okkum hevur gingist væl seinastu tíðina, og hóast bólkurin enn ikki er komin til nakra niðurstøðu, vænta vit at verða klár við einum áliti áðrenn jól.
Jóan Hendrik Svabo Samuelsen er formaður í arbeiðsbólkinum, sum í løtuni arbeiðir við at gera álit um nýggja dagpeningaskipan. Hann sigur, at bólkurin seinastu tíðina hevur havt fund einaferð um vikuna, og hevur hetta rættuliga fingið gongd á málið.
Fimm høvuðsspurningar
Arbeitt verður eftir fimm høvuðsspurningum. Finnast skal út av, hvønn dagpeningaskipanin umfatar, hvussu leingi gjaldast skal út, nær fólk hava rætt til dagpening, hvussu stórt gjaldið úr dagpeningaskipanini skal vera og at enda, hvør skal gjalda dagpeningin.
Jóan Hendrik Svabo Samuelsen sigur í sambandi við, hvussu stórt gjaldið úr dagpeningaskipanini skal vera, at fólk í Danmark og Noregi fáa fult endurgjald fyri mista inntøku. Skipanin, sum í løtuni er galdandi í Føroyum, veitir endurgjald fyri 80 prosent av mistu inntøkuni.
Tá hugt verður eftir, hvør skal gjalda dagpeningin, er støðan eisini ørðvísi í Danmark og í Noregi, enn hon er í Føroyum. Í Føroyum rindar tað almenna fyri alla dagpeningaskipanina, meðan arbeiðsgevararnir í Danmark rinda tær fyrstu 3 vikurnar, og arbeiðsgevararnir í Noregi gjalda fyri teir fyrstu 16 dagarnar.
Hesir fimm høvuðsspurningar skulu hjálpa arbeiðsbólkinum at koma á mál við einum áliti, og sum skilst, so gongst arbeiðið væl, hóast onkur fundur er gloppin burtur ímillum, orsakað av, at limir í bólkinum hava verið burturstaddir.
Arbeitt í tveir mánaðir
Fyrr í ár, tá andstøðan legði fram uppskot um at taka av karensdagarnar hjá teimum tímaløntu, vísti samgongulimir á, at ein arbeiðsbólkur undir Almanna- og Heilsumálastýrinum arbeiddi við einari nýggjari dagpeningaskipan. Tískil ætlaðu hesir limir sær ikki at taka undir við uppskotinum frá andstøðuni.
Í hesum sambandi gjørdi Ingeborg Vinther, sum var limur í arbeiðsbólkinum vart við, at bólkurin ongan fund hevði havt í ár, og tískil var niðurstøða hennara, at landsstýrið als ikki arbeiddi við málinum.
Men tíðliga í oktober fór bólkurin til verka við nýggjum formanni. Petur Elias Nielsen, sum áður var formaður, hevði aðrar uppgávur at røkja, og tískil fekk hann ikki tikið sær av arbeiðinum í arbeiðsbólkinum. Nýggi formaðurin gjørdist Jóan Hendrik Svabo Samuelsen, sum ikki var heilt óroyndur á økinum. Hann var nevniliga upprunaliga formaður í bólkinum, tá hann varð settur, men fór skjótt frá, tá hann eitt skifti gjørdist stjóri á Almannastovuni.
Tey, sum í dag manna arbeiðsbólkin eru Jóhan Hendrik Svabo Samuelsen fyri Almanna- og Heilsumálastýrið, formaður, Anne Djurhuus frá dagpeningadeildini á Almannastovuni, Ingeborg Vinther úr Føroya Arbeiðarafelag og at enda Jákup í Gerðum úr Føroya Arbeiðsgevarafelag.