Lagt til rættis: Rigmor Dam
Í Sosialinum 26. oktober, varð greitt frá fyrispurningi frá Kristiani Magnussen til Helenu Dam á Nestabø, um barnaansingarviðurskiftini.
Kristian Magnussen segði í hesum sambandi, at Landsstýrið ikki hevur sett neyðugu pengarnar av á fíggjarlógini fyri 1999, sum tað hevur bundið seg til. Millum annað hevur Tórshavnar kommuna søkt landsstýrið um at fáa játtað pening til 127 nýggj ansingarpláss í Havn, næsta ár.
Kristian Magnussen segði í viðmerkingunum til fyrispurningin til Helenu Dam á Neystabø, at tá hann var landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum, varð viðtikið at broyta býtið til rakstrarútreiðslur, soleiðis at kommunuparturin fór úr 30% upp í 35%, og landskassans partur minkaði samsvarandi, úr 35% niður í 30%. Sostatt fór landið at spara 5% í rakstrarútreiðslum.
Endamálið var at nýta sparda peningin, til tær umsóknir, sum landsstýrið hevði liggjandi.
Hetta skuldi verða galdandi í 1998 og 1999, eftir ynski frá kommununum, ið førdu fram, at álitið um framtíðar kommunubygnaðin tá fór at verða liðugt, og at fíggjarligu viðurskiftini millum land og kommunur tá skuldu takast til viðgerðar.
Fyrispurningar
1.Kristian Magnussen: Hvat ætlar landsstýrið at gera fyri at nøkta tørvin á barnaansingarplássum, nú tað vísir seg, at tann játtan, ið landsstýrið ætlar at seta av til barnaansing á komandi fíggjarlóg, ikki er nóg stór til, at tær umsóknir, ið landsstýrið hevur liggjandi um nýggj ansingartilboð, kunnu játtast?
Helena Dam á Neystabø: Sambært nýggja álitinum frá kommununevndini viðvíkjandi uppgávu- og ábyrgdarbýti stendur m.a.: »Harafturímóti er dagrøktin og dagstovnar sjálvandi ein kommunal uppgáva, tí eisini í hesum førinum er tað lættari hjá kommununum at raðfesta hesa uppgávu, tí kommunan kennir betri henda tænastutørvin hjá borgarunum í kommununi.«.
Almenna- og heilsumálastýrið er samt í hesi niðurstøðu, at dagrøktin er ein kommunal uppgáva og eigur ikki at vera ein landsuppgáva, hetta júst tí at einki krav er til, at sama tænastustøði, tvs. tal av dagstovnum, er í øllum kommunum.
Landsstýrismaðurin tekur fult undir við hesum sjónarmiði hjá kommununevndini og metir tað vera rættast, at tænasturstøðið á dagstovnaøkinum er ein partur av virkisøkinum hjá kommunalpolitikkarunum.
Eisini skrivar kommununevndin: »Fíggjarliga ábyrgdin av hesum stovnum skal tí eisini vera hjá kommununum.
Sostatt er greitt, at báðir partar, eru samdir um, at hetta økið eigur at leggjast til kommunurnar. Tað, sum nú má verða arbeitt við, er at fáa fastlagt, hvussu vit fáa gjørt eina skipan soleiðis, at vit fáa lagt hetta økið yvir til kommunurnar á ein hátt, sum partarnir kunnu góðtaka. Landsstýrismaðurin hevur á fundi við m.a. Tórshavnar kommunu greitt frá, at væntast kann, at tann upphæddin, ið stendur í dag á fíggjarløgtingslógini til dagstovnar, verður ikki hækkað framyvir, men ístaðin yvir nøkur ár verður lækkað soleiðis, at kommunurnar spakuliga kunnu yvirtaka hetta økið, eisini fíggjarliga, sum kommununevndin leggur upp til.
Her mangla nakrar samráðingar at fara fram millum land og kommunu, soleiðis at hetta kann skipast á rættan hátt. M. a. má semja fáast um, hvussu ein tílík skipan skal ávirka útreiðslu- og inntøkubýtið millum land og kommunur. Somuleiðis má semja fáast um, hvussu vit tryggja, at fakliga innihaldið og at fysisku karmarnir lúka neyðugar treytir, eins og leiðbeinandi upptøkutreytir.
Hetta er støðan hjá landsstýrismanninum og hetta merkir, at tað, sum landsstýrið ætlar fyri at nøkta tørvin á barnaansingarplássum, er at stuðla undir, at kommunurnar fáa fult sjálvræði innan hetta økið, soleiðis at tað eru kommunurnar, ið bæði hava ábyrgd av talinum av ansingarplássum og sjálvar uppá sikt mugu bera útreiðslurnar av teimum. Hetta eigur at vera ein partur av tænastustøðinum í hvørjari kommunu.
2. Kristian Magnussen: Hvussu nógvar umsóknir um góðkenning og fíggjarligan stuðul til nýggj ansingarpláss hevur landsstýrið liggjandi, og hvussu nógvar av hesum kann landsstýrið játta við tí upphædd, ið landsstýrið skjýtur upp at seta av á fíggjarlógini komandi ár?
Helena Dam á Neystabø: Landsstýrið liggur inni við 12 umsóknum til frama fyri eini víðkan av barnaansingarplássum við 235 plássum. Tilsamans ein landskassaútreiðsla uppá 5,3 mill. kr. Harumframt eru 2 umsóknir til skúlabarnaansingarskipan. Í verandi uppskoti til fíggjarløgtingslóg og við verandi býti millum land og kommunu, eru bert møguleikar at ganga pørtum av hesum umsóknum í møti, nevniliga fyri 1,5 mill. kr., tvs. um 100 dagrøktarpláss ella 50 dagstovnapláss.
3. Kristian Magnussen: Metir landsstýrið seg ikki hava skyldu at nøkta verandi tørv á ansingartilboðum, sum fylgja av, at útreiðslubýtið millum land og kommunur varð broytt fyri 1998 og 1999 fyri at nøkta tørvin.
Helena Dam á Neystabø: Landsstýrismaðurin metir, at tað var rætt at broyta útreiðslubýtið millum land og kommunur fyri 1998 og 1999, og at hetta var fyrsta stigið á leiðini at geva kommununum størri ábygd av barnaansingini. Landsstýrismaðurin metir seg hava skyldu til at virka fyri einari skipan, sum eins og áður sagt gevur kommununum møguleika at nøkta tørvin á ansingarplássum
4. Kristian Magnussen: Hvørjar tankar hevur landsstýrið um, at foreldur ikki sleppa til arbeiðis vegna vantandi barnaansing, samstundis sum at landsstýrið tosar um at økja um inntøkurnar í samfelagnum.
Helena Dam á Neystabø: Landsstýrismaðurin metir tað vera óheppið, at foreldur ikki sleppa til arbeiðis vegna barnaansingartrupulleikar og vil í hesum sambandi mæla til, at kommunurnar, tá ið tær játta dagrøktarpláss, taka hesi foreldur fram um. Men hinvegin er hetta at meta sum ein prioritering, sum kommunan eigur at gera.
5. Kristian Magnussen: Hevur landsstýrið nakrar ætlanir um framyvir at tryggja teimum børnum, ið hava tørv á ansing ansingartilboð, og um so er, hvørjar eru hesar ætlanir?
Helena Dam á Neystabø: Víst verður til svarið undir punkt eitt, og lagt kann verða afturat, at tað hevur stóran týdning fyri landsstýrismannin, at vit sum skjótast koma ásamt við kommunurnar og at búgva kommunurnar út til at átaka sær hesa uppgávu.