Í samband við, at dagrøktin í Runavíkar kommunu nú hevur eina fjórðingsøld á baki, verður ein myndaframsýning í Barnalonini á mentanarvikuni. Dagrøktin í kommununi varð stovnað í oktober í 1988.
Í byrjanini var dagtøktin ætlað 20 børnum í aldrinum 0 til sjey ár. Hesi vóru í dagrøkt í fimm ymiskum dagrøktarheimum.
Longu á vári í 1989 - ella árið eftir, at dagrøktin varð stovnað - varð brúk fyri fleiri ansingarplássum.
Dagrøktin varð uppnormerað, sum tað verður rópt, og fyrst í nítiárunum fingu tey eisini Barnalonina í Doktarahúsunum, sum er spælistovan hjá dagrøktini.
Í samband við, at nýggir stovnar eru komnir í kommununi, er dagrøktin broytt í mun til aldurin á børnunum, og í dag ganga umleið 45 børn í aldrinum 0 til 3 ár í dagrøkt.
- Vit hátíðarhalda føðingardagin við eini myndaframsýning í Barnalonini. Vit hava opið í mentanarvikuni frá mánadegnum til hósdagin frá 17 til 19.
Tað siga tey, sum standa aftan fyri skipanina, og lagt verður aftrat, at tey eisini bjóða vitjandi ein drekkamunn við høvið.