Dagsskráirnar fara í hvør sína ætt

Meðan fimm lið stríðast fyri rættinum at spæla í Europa, so stríðast fýra fyri at sleppa undan niðurflyting

Í kvøld fer landskappingin í tríggjar vikur langa summarfrí. Leygarkvøldið verður steypafinalan millum Víking og KÍ, og um tvær vikur vera tað landsdystirnir ímóti Ungarn á heimavølli og Lettlandi á útivølli, sum standa fyri tørni, áðrenn tað av álvara verður farið undir endaspurtin heima á landi.

 

Dagsskráin hjá KÍ, Víkingi og NSÍ er stríðið um FM heitið og heiðursmerkini.

Dagsskráin hjá B36 og HB er at vinna týdningarmikla fjórða plássið.

ÍF tykist vera í onga manna landi. Tað sær TB eisini út til at vera, men TB venjarin tvíheldur um, at hansara lið skal vinna seks stig aftrat, áðrenn tað verður heilt víst, at TB ikki fer nakran veg.

Skála roynir at renna undan botninum, sum AB og B68 í løtuni sita rimmar føst í. Seint seinnapartin hittast hesi bæði liðini á Argjum.

 

21. umfar

KÍ-TB: Dagfinn Forná kl. 15.00

Víkingur-Skála: Lars Müller kl. 15.00

NSÍ-HB: Petur Reinert kl. 15.00

B36-ÍF: norskur dómari kl. 15.00

AB-B68: Kári J. á Høvdanum kl. 17.15

 

Støðan

KÍ 47

Víkingur 43

NSÍ 42

B36 35

HB 34

ÍF 25

TB 20

Skála 17

AB 9

B68 7