Dagstovnaráðið - hvar bleiv tað av

Djóni Nolsøe Joensen, Javnaðarflokkurin, vildi hava at vita, hvat bleiv av dagstovnaráðnum

Javnaðrtingmaðurin vildi hava at vita frá landsstýriskvinnuni við mentamálum, hvussu gongur við arbeiðnum at endurstovna dagstovnaráðið.

 

Landsstýriskvinnan segði, at spurningurin um ráðið stendur á skrá til ein fund millum mentamálaráðið og kommunurnar, seinni í hesum mánaðinum, men meira segði hon ikki um málið.

 

Kristianna Winther Poulsen, Javnaðarflokkurin, vildi hava at vita, hvat orsøkin er til, at ráðið ikki er farið at virka. Dagsstovnaráðið hevur ikki virkað síðani 2011.

 

Dagsstovnaráðið skal ráðgeva, men stríð er í veruleikanum millum land og kommunurnar um hvør skal gjalda

 

.