Dagstovnin lá upprunaliga við Landavegin, men broytti adressu til Hans Andriasargøtu 5. Og fekk nýtt navn. Tørvur var á eini útbygging og býráðið tók av fleiri orsøkum avgerð um at biða Articon taka sær av hesum arbeiðnum.
Henda avgerð fall ikki í góða jørð, hóast borgarstjórin helt fast um, at tað viðhvørt er avgerandi neyðugt at taka skjótar avgerðir her og nú.
Tí reisigildi var í juni segði borgarstjórin, at hetta er ein sólskinssøga. Arbeiðið hevði gingið sera væl og tíðarætlanin helt. Arbeiðið skuldi alt verða avhent kommununi tann 15. september. Og tað helt.
- Avtala bleiv gjørd um fastan prís, tíðarætlan og innflytan. Alt hevur hildið, sáttmálin varð undirskrivaður 28. februar í ár og stovnurin leveraður í dag tann 15. september. Stovnurin er handaður kommununi uppá klokkuslettið uttan manglar og øll loyvi fyriliggja til rakstur.
- Tað sum fá trúðu lat seg gera, er nú avgreitt uppá 6 mánaðar, sum má vera met í at byggja ein tílíkan bygning, segði Heðin Mortensen borgarstjóri, sum takkaði Articon og undirveitarum fyri vælgjørt arbeiði.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##