Dagtilhaldið Stjørnulon 20 ára stovningardag

Fríggjadagin 1. november var hátíðarhald í Stjørnulon í sambandi við, at tilhaldið fylti 20 ár

Stjørnulon í Havn, er dagtilhald fyri brúkarar við demenssjúku og heldur til í hølunum hjá Kiwanis á Íslandsvegnum í Havn. Í sambandi við hátíðardagin bar Heðin Mortensen, borgarstjóri, fram heilsu til starvsfólk og búfólk á stovninum. Eisini fekk Katrin Krossteig eina heilsu á sínum 20 ára starvsdegi.

 

##med2##