Dagur í viku hjá Liverpool

Premier League: Liverpool hevur í dag kunngjørt Thiago, og keypt fyri 400 millionir í Wolverhampton

Liverpool hevur í dag kunngjørt keypið av Thiago Alcantara frá Bayern Munchen, samstundis sum fleiri miðlar skriva, at Liverpool eisini keypir Diogo Jota frá Wolverhampton. Ungi Ki-Jana Hoever skiftir samstundis til Wolverhampton.

Hetta er dagur í viku hjá Liverpool, sum hevur keypt fyri yvir 600 milliónir krónur, og fingið Thiago Alcantara frá Bayern Munchen og 23 ára gamla Diogo Jota frá Wolverhampton. Tað fyrra keypið hevur verið á skránni leingi, meðan tað seinna kemur púra óvart á tey uttanfyri Liverpool.

Samstundis hevur Liverpool selt unga høgra bakkin, Ki-Jana Hoever, til júst Wolverhampton fyri beint yvir 100 milliónir krónur. Sostatt hevur Liverpool, sum ikki hevur keypt stórt inn í yvir tvey ár, keypt inn fyri áleið 500 milliónir krónur netto.

29 ára gamli Thiago Alcantara er Champions League vinnari og millum helst bestu spælfordeilarnar í heiminum í løtuni. Hann kemur væntandi at verða spælskipari á verjukenda miðvøllinum hjá Liverpool.

##med2##

23 ára gamli portugisin, Diogo Jota, er ongantíð ordiliga settur í samband við Liverpool. Hann er keyptur sum avloysari fyri tríggjar teir fremstu, Mohamed Salah, Sadio Mané og Roberto Firmino, tá teir skulu hvíla. Besta boðið hevur higartil verið Ismaïla Sarr hjá Watford, men bretskir miðlar skriva, at hann er vorin ov dýrur.

Liverpool spælir sunnudagin móti Chelsea.