Dagurin er stuttur, og náttin er long hesa ársins tíðina. Í dag reis sólin klokkan 10.01, og hon fer í kav aftur klokkan 14.56. Tað vil við øðrum orðum siga, at longdin á degnum í dag er 4 tímar og 55 minuttir.
Tað er ein viku síðani styttsta dag, sum í ár var leygardagin 21. desember. Síðani tað vendi eru 50 sekund løgd aftrat hvønn dag, og í dag – eina viku eftir styttsta dag - er dagurin seks minuttir longri, enn hann var styttsta dag.