19. oktober. Baltasar. Ein av teimum trimum vísmonn- unum. Eftir halgisøguni bar hann skegg og var blámaður. Bábelskt navn, ið merkir Baal skal verja hann.
Hendingar
1453 Hundraðárakríggið endar, eftir at franskar deildir høvdu afturtikið Bordeaux.
1781 Amerikanska fullveldiskríggið endar við, at Lord Cornwallis gevur seg yvir til George Washington við Yorktovn.
1864 Undir amerikanska borgarakrígnum endar slagið við Cedar Creek við sigri til Sheridan genral á suðurstatunum.
1926 Eftir at Joseph Stalin er komin til valdið, verða Leo Trotsky og Grigory Zinoviev koyrdir úr russiska kommunistaflokkinum.
1943 Streptomycin, sum er fyrsta antibiotiska evnið ímóti tuberkulosu, verður isolerað av granskarum á Rutgers University í New Jersey, USA.
1977 Formaðurin í vesturtýska arbeiðsgevarafelagnum, Hans-Martin Schleyer, verður funnin dripin við nakkaskoti í viðførisrúminum í einum bili 45 dagar eftir, at hann varð tikin gísli av Rote Arme Fraktion.
1989 Í Ungarn samtykkir tingið eina lóg um at stovna politiskar flokkar
1998 Amerikanarin, Mike Tyson, fær boksiloyvið aftur, sum hann misti, eftir at hann beit eitt petti av oyranum á mótstøðumanni sínum, Wvander Holyfield, í einum dysti árið fyri.
2002 Metro'in í Keypmannahavn letur upp.
Av føðingardøgum kunnu nevnast, at boksarin Evander Holyfield fyllir 51 ár í dag, og at føroyska X-factor stjørnan, Linda Andrews fyllir 40 ár í dag.