11. juni. Barnabas. Hann verður fleiri ferðir umtalaður í Ápostlasøguni, men so at siga altíð í sambandi við ápostulin Paulus. Var við á fyrstu trúboðanarferðini hjá ápostlinum. Evangelisturin Markus og hann vóru systkinabørn. Halgisøgan sigur, at hann á føðioynni Kýpros varð tikin av jødum og brendur á báli í árinum 62, halda teir. Í fornkirkjuni var hildið, at hann skrivaði Hebrearabrævið