Dagurin eitur Hugo

1. apríl. Hugo, deyður í 1132. Biskupur í Grenoble í Fraklandi. Týskt navn, sum merkir tann skilagóði ella vísi.

Sama veðrið, sum var fyrsta apríl, skuldi verða síðsta apríl. Ein kona helt fyri: Sum hann prílar inn, prílar hann út.

Nyholm Debess doyði hendan dagin í 1952, og Óla Jákup í Horni (O.J.Hansen), komponistur, var føddur hendan dagin í 1885 í Kirkjubø.


(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)