22. august. Symphorianus, deyður í umleið ár 180. Kristin ungur maður úr Autun í rómverska landinum Galliu (Fraklandi). Hann varð tikin av døgum, av tí at hann ikki vildi tilbiðja skurðgudamyndir í Cybeletemplinum.
1864
Av hendingum hendan dagin kann nevnast, at Reyði Krossur varð stovnaður hendan dagin í 1864 í Geneve undir leiðslu av Henri Dunant úr Sveis, og tann fyrsta Geneve-konvensjónin varð samtykt av 12 londum.
1904
Kinverski leiðarin, Deng Xiaoping, varð føddur hendan dagin í 1904. Hann doyði í 1997.
1972
Mogens Glistrup stovnaði danska Framburðsflokkin í »Grøften« í Tivoli hendan dagin í 1972.
2011
Danski sjónleikarin, Jesper Klein, doyði hendan dagin fyri tveimum árum síðani. Hann var annars føddur í 1944.