Útlitini hjá Gilla Sørensen fyri fastari spælitíð í AaB gjørdust í dag munandi størri, enn tey áður hava verið.
Henrik Dalgaard, sum seinastu mongu árini hevur spælt á høgra bakki skifti nevniliga til Zulte Waregem í Belgia í dag, og skal ein nýggjur høgri bakkur tí finnast á liðnum hjá AaB.
Og sambært Henrik Dalgaard, er eingin ivi um, at avloysarin til høgra bakk plássið longu finst í felagnum.
Í samrøðu við heimasíðuna nordjyske.dk sigur Henrik Dalgaard.
- Vit hava tveir fínar avloysarar til høgra bakk í rutineraða Patrick Kristensen og føroyska Gilla Sørensen. Gilli Sørensen manglar kanska eitt sindur við time’ing á bakkplássinum í løtuni, men um hann fær fleiri og fleiri dystir á plássinum, kemur tann time’ingin uttan iva.
- Fær hann time’ingina í sítt spæl, og kann gerast ein eitt sindur harðari leikari sum takklar ígjøgnum, ivist eg onga løtu í, at hann gerast ein stórur profilur í Superliguni.
Gilli Sørensen og liðfelagarnir spældu í gjár seinasta dystin hesumegin vetrarsteðgin. Komandi dystur í Superliguni verður ikki spældur fyrrenn fyrst í marts. Í dystinum í gjár, sum Gilli Sørensen spældi 20 minuttir av, vann AaB 2-0 á heimavølli móti Viborg.