Dálking í Asia gevur okkum verri veður

Ein nýggj kanning kemur til ta niðurstøðu, at tann stóra luftdálkingin í Asia elvir til djúp lágtrýst á norðaru jarðarhálvu.

Í kanningini hava vísindafólk kannað veðurlagið í Kyrrahavinum, sum hevur ávirkan á veðrið um allan heimin. Niðurstøðan er millum annað, at harðari ódnir í Kyrrahavinum elva til verri veður á norðaru jarðarhálvu í vetrarhálvárinum.

 

Vísindafólkini, sum eru úr USA og Kina, vænta fleiri harðar ódnir á syðru jarðarhálvu alt árið. Á norðaru hálvu verður veturin verri, meðan lágtrýstini verða færri og grynri um summarið.

 

Bretska kringvarpið BBC sigur, at dálking er høvuðsorsøkin til broytingarnar í veðrinum. Asia hevur ikki alla skyldina, siga vísindafólkini, men tey vísa kortini á ta stóru dálkingina í Kina, har viðurskiftini eru rættiliga álvarssom í fleiri av teimum stóru býunum.

Sagt verður, at tiltøk sum at avmarka bilferðsluna og roykingina muna ikki nóg mikið. Hinvegin hevði tað gjørt mun, um Kina brúkti minni kol, enn landið ger. Kinesarar brúka umleið helmingin av øllum kolinum, sum heimssamfelagið brúkar, og enn er einki, sum bendir á, at teir ætla at broyta tað. Heldur tvørturímóti, tí sambært BBC hava myndugleikarnir ætlanir um at byggja 350 kolkynd orkuverk afturat teimum 650, sum landið longu hevur.