Dáma væl á Hotel Hafnia

Tvær gentur úr 9 flokki í Suðuroynni eru í praktikk á Hotel Hafnia. Tær eita Tórunn og Britt.

Báðum dáma sera væl at vera har. Tær siga, at tað er gott og sera spennandi.

 

Tær eru glaðar fyri at tær fóru har í praktikk.

 

Britt segði, at hon hevði ikki viljað verið nakra aðrastaðni.

 

Tey gera nógv ymist har. Tildømis vaska, gera mat, dekka boð, og ymiskt annað.


 

Í gjár var Britt í køkinum, og í dag arbeiddi hon í Café Kaspar.

 

Tórunn var í Café Kaspar í gjár, og í dag í køkinum.

 

Tær báðar sleppa ikki at gera somu ting samstundis. So meðan onnur er í køkinum, so er hin í Café Kaspar, vaskar, ella ger okkurt annað.

 

Eitt sum Tórunn dámar sera væl við at vera har er, at man aldrin ger tað sama, men ger okkurt nýtt hvønn dag.

 

Tá man arbeiðir har, skal man verða í svørtum buksum og hvítari troyggju.

 

Man skal ikki hava nakra sminku.

 

Um Tórunn skuldi lært til kokk, so hevði hon viljað lært har.

 

Teimum báðum dámar væl at vera har og síggja hetta vónandi sum eitt framtíðararbeiði – og so fegnast tær um tann góða matin, tær fáa hvønn dag, tær eru har.