Leygarkvøldið vann Ongland 1-0 á Íslandi í Reykjavík. Raheem Sterling skoraði avgerandi málið við brotssparki móti dystarenda. Ísland fekk eisini brotsspark í yvirtíðini, men brendi.
Stóra søgan á enska landsliðnum er, at Mason Greenwood og Phil Foden eru tveittir av enska landsliðnum undan landsdystinum móti Danmark í Parkini í kvøld. Teir fingu vitjan av tveimum ungum damum á gistingarhúsinum, meðan teir vóru í Íslandi, og tað er móti øllum koronareglugerðum hjá UEFA og Íslandi.
Í Íslandi er krav um at tú skal í sóttarhald, tá tú kemur til landið. Enska landsliðið hevði fingið undantak til at spæla dystin móti Íslandi, men kravið var at spælararnir vóru avbyrgdir á gistingarhúsinum. Báðir spælararnir eru nú sendir heim, tí teir hava brotið reglugerðina.
18 ára gamli Mason Greenwood hevur júst fingið sítt gjøgnumbrot á besta liðnum hjá Manchester United, meðan 20 ára gamli Phil Foden roynir at sleppa framat í Manchester City, har tað nú verður betri pláss tá David Silva er givin í felagnum, og Lionel Messi heldur fram í FC Barcelona.
Damu-gølan í Íslandi hevur fingið alla slaturpressuna í Onglandi í gongd. Íslandsku genturnar eru nevndar og myndir frá sosialu miðlunum eru deildar. Tað var eisini gjøgnum sosialar miðlar, at miðlarnir fingu fatur á søguni, um at tvær íslandskar gentur vóru á gistingarhúsinum hjá ensku landsliðsspælarunum.
##med2##
Phil Foden, sum hevur bæði unnustu og barn, hevur á sosialu miðlunum biðið um umbering fyri hendingina, og sigur at hann hevur nógv at læra. Tað eru eitt sindur ymiskar reaktiónir, har fleiri halda at tað er týdningarmikið at slíkir spælarar ganga á odda ov fylgja reglugerðini, meðan onnur halda fyri at talan er um ungar spælarar, ið nokk skulu læra av hesum.
Ongland skal í kvøld spæla móti Danmark í Nations League.