Dan bjóðar B36 av

Dan Brimsvík fekk kærkomna føðingardagsgávu í góðveðrinum á Dungasandi

Oddur í Haraldstovu Petersen var einasti málskjútti, tá ið 07 Vestur á Dungasandi vann 1-0 ímóti ÍF. Nú er 07 Vestur tvey stig aftanfyri B36

Nýggi heimavøllurin hjá Dan Brimsvík er á Dungasandi í Sørvági. Har var summarveður, tá ið 07 Vestur í dag átti heimavøll ímóti ÍF. Hetta var fyrsti dysturin hjá 07 Vestur, síðani venjaraskiftið.

 

07 Vestur vann 1-0, og harvið fekk Dan Brimsvík bestu 37 ára føðingardagsgávuna, sum ein venjari kann ynskja sær.

 

Einasti málskjúttin í Sørvági í dag var Oddur í Haraldstovu Petersen, sum í 26. minutti og úr stuttari fjarstøðu setti bóltin í málið eftir flatt innlegg úr høgru. Hetta var fyrsta málið í bestu deildini í ár hjá 23 ára gamla Oddi, sum fyrr í ár var skaðadarvaður, og sum í dag var á liðnum fyri 11. ferð í ár. Hetta var sætta ferðin, at hann var millum teir fyrstu ellivu.

 

07 Vestur hevur 21 stig, og tað eru tvey stig fram til fimta plássið og B36. Fríggjadagin fer 07 Vestur í síðsta dystinum undan summarsteðginum at spæla á útivølli ímóti NSÍ.  

 

Heimasigurin ímóti ÍF varð vunnin við fýra lokalum spælarum millum teir fyrstu ellivu. Hugaligt var tað, at Kevin Egell Johnsen 12 minuttir undan leikloki varð skiftur inn. Hann hevur leingi drigist við skaða og hevur ikki verið á liðnum síðani 15. apríl.

 

Avrikið hjá ÍF í dag minti um soleiðis, sum tað hevur verið seinastu ferðirnar. Hugburðurin var góður, spælararnir stríddust nógv, og tað hevði einki forgjørt verið í tí, um fuglfirðingar høvdu eitt stig við sær úr Sørvági.

 

Í síðsta umfari undan summarsteðginum fer ÍF leygardagin at spæla á heimavølli ímóti EB/Streymi. ÍF er aftast við trimum stigum, og EB/Streymur er næstaftast við sjey stigum.

 

##med2##

 

Oddur í Haraldstovu Petersen var einasti málskjútti, tá ið 07 Vestur á Dungasandi vann 1-0 ímóti ÍF. Nú er 07 Vestur tvey stig aftanfyri B36