##med2##
B36 var á veg móti einum tryggum sigri á EB/Streymi í fyrra hálvleiki á Tórsvølli, men so steðgaði upp hjá teimum í seinna hálvleiki, og var EB/Streymur ógvuliga nær við at fáa stig við sær í Sundalagið. B36 vann 2-1 aftaná at hava verið á odda 2-0 tíðliga í dystinum.
B36 – EB/Streymur 2-1 (2-0)
1-0: Bjarki C. Nielsen (10.)
2-0: Brian Jakobsen (21.)
2-1: Símun Sólheim (78.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá málunum í dystinum. Teitur Joensen var viðmerkjari.
2) Hoyr Teit Joensen taka samanum ein dyst har EB/Streymur við neyvleika kundi fingið stig við sær av Tórsvølli.
3) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B36, Dan Brimsvík sum viðgongur, at talan var um ein harðvunnan sigur har tað stóð á gomlum nøglum seinastu løtuna. Men stigini koma væl við, og nú vónar Dan at hava fleiri menn tøkar til útidystin móti TB komandi mikudag klokkan 16.
HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Jákup Martin Joensen, høvuðsvenjara hjá EB/Streymi.