Dan og Jóhan Petur samdir: Víkingur vann uppiborið (FM1)

(FM1) Hoyr høvuðsvenjararnar hjá B36 og Víkingi seta orð á 1-0 sigurin hjá Víkingi í Sarpugerði í kvøld

##med2##

 

Unga Víkinga-liðið heldur fram við at imponera Fótbólts-Føroyar við góðum og ágangandi fótbóltsspælið. Í kvøld vann Víkingur ein uppibornan 1-0 heimasigur á B36 í Sarpugerði. Úrslitið merkir, at Víkingur við sigri á KÍ við Djúpumýru í Klaksvík kann hála væl inn á KÍ, ið hevur 44 stig á stigatalvuni. Víkingur hevur 37 stig.

 

B36 fór ikki at stríðast fyri sakini fyrrenn aftaná Magnus Holm Jacobsen var vístur av vølli. Tá kom B36 fram til málmøguleikar, og tá fingu teir loksins góð innlegg inn til Uros Stojanov.

 

Víkingur-B36 1-0 (1-0)

 

1-0 Martin Klein Joensen (69.)

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Trónd Arge siga frá sigursmálinum hjá Víkingi.

 

2) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við høvuðsvenjarin hjá B36, Dan Brimsvík sum staðfesti, at Víkingur vann ein uppibornan sigur á B36. Tað skuffar Dan, at hansara menn ikki funnu fram rætta lagið fyrrenn teir høvdu mist ein mann. Dan viðgongur eisini, at enn hevur B36 ikki lært at spæla Uros Stojanov rætt, men tað fer at koma, undirstrikar hann.

 

3) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Víkingi, Jóhan Petur Poulsen sum fegnast um ein uppibornan sigur og hugburðin hjá sínum spælarum, bæði í álopspartinum og í verjupartinum.