Dan og Magnus spæla fyri lívinum

Dagsskráin hjá 07 Vestur er at sleppa undan niðurflyting, og hjá B36 er hon at vinna atgongumerki at spæla í Europa

Tað er meiri enn so komið fyri í ár, at B36 hevur kiksað, tá ið tað varð roknað við, at tað fór at eydnast árstalsfelagnum at vinna tryggan sigur. Eitt dømi um sovornan dyst var 16. mai, tá ið tað eydnaðist 07 Vestur at fara úr høvuðsstaðnum við einum stigi. Úrslitið var 1-1. Í fyrsta umfari fór B36 úr Sørvági við 2-0 sigri.

 

Dan Brimsvík og B36 spæla fyri næsta summar at eiga pláss í Europa. Eftir at hava vunnið úrtøku fýra tær seinastu ferðirnar er B36 á triðja plássi. Um tað verður endastøðan, so fer B36 at eiga rætt at taka lut í europeisku kappingini á sumri í 2022.

 

Magnus Powell og 07 Vestur spæla fyri eisini næsta ár at vera við í bestu deildini. Eftir at hava vunnið úrtøku fýra tær seinstu ferðirnar er 07 Vestur á sætta plássi. Um tað verður endastøðan, so fer 07 Vestur at megna besta úrslitið nakrantíð.

 

Hjá 07 Vestur eru Asbjørn Heðinsson og Zoran Vujovic langtíðarskaddir. Hjá B36 eru Eli Falkvard Nielsen, Brian Jakobsen og Símun Rógvi Hansen langtíðarskaddir, og Hugin Samuelsen er farin av landinum í lestrarørindum.