Dani favorittur til venjarastarvið í H71

Tað verður helst ein dani, ið verður komandi venjarin hjá H71.

Alt hondbóltskappingarárið í fjør tóktist ongin ivi at vera um, at H71 fór at blíva føroyameistari hjá monnum. Grundspælið vunnu hoyvíkingar so syngjandi, men tá ið mest stóð á var tað VÍF, ið var stinnara liðið í avgerandi finalunum.

 

Eftir finalutapið í Hoyvíkshøllini ímóti VÍF varð kunngjørt, at venjararnir báðir hjá H71 seinastu árini, Petur Mittún og Halgir Dahl Olesen, takkaðu fyri seg í venjarayrkinum á hesum sinni. Sostatt hevur H71 staðið venjaraleyst síðani kappingarársenda.

 

Tað verður tó eftir øllum at døma ein dani, ið verður komandi venjarin hjá H71. Tað váttar Sunneva Jakobsen, sum er forkvinna í felagnum.

 

- Í døgunum frá 17.-19. juni var danski Sonni Larsen í Føroyum og hevði nakrar venjingar við liðnum. Tað er tó ikki endaliga greitt, at hann verður nýggjur venjari hjá okkum. Tað verður tó heilt skjótt, at vit kunngera nýggja venjaran, og Sonni Larsen er avgjørt favoritturin til starvið í løtuni, sigur Sunneva Jakobsen.

 

Um so verður, at Sonni Larsen kemur til felagið, so verður hann triði danin í H71. Frammanundan eru Mark Lausen-Marcher og Peter Krogh leikarar á besta liði felagsins.