Umborð á flogfarinum í gjár var ein danskur fótbóltsspælari, sum á páskum skal royna at sannføra leiðsluna og venjaran í GÍ um, at hann er so mikið góður, at hann er førur fyri at styrkja um liðið hjá teimum.
Jógvan Gregersen er formaður í GÍ, og hann sigur, at nýggi maðurin skal spæla tríggjar dystir komandi dagarnar:
? Hann eitur Søren Skov Jørgensen, og hann er føddur í 1973. Hann spælir við Helsingør, sum er í 2. deild, og hann spældi sunnudagin, so vit mugu ganga út frá, at venjingarstøðan er í lagi. Vit skulu spæla í steypakappingini hósdagin, leygardagin og 2. páskadag, og nýggi maðurin fær í hesum trimum dystunum høvi at vísa, hvør dugur er í honum. Tá páskirnar eru farnar afturum, fara vit at gera upp við okkum sjálvar, um vit vilja brúka henda mannin í landskappingini, sigur GÍ formaðurin.
Øðrvísi fyri útlendingar
Um GÍ vildi hava fatur á einum føroyskum spælara, sum hevði spælt fyri eitt annað felag síðsta vikuskifti, so eru reglarnir soleiðis, at hann hevði verið noyddur at bíðað í tredivu dagar, áðrenn hann kundi spæla fyri eitt nýtt felag.
Tá talan er um útlendingar eru reglarnir øðrvísi. Tað er einki í vegin fyri, at ein útlendingur frá degi til dag skiftir til eitt føroyskt felag. Um felagið, sum hann hevur spælt við, letur spæliloyvið frá sær, so er alt í lagi frá føroyskari síðu.
Eingin hjálp útifrá
Gøtumenn eru ikki so væl fyri við fólki, sum teir fegnir høvu viljað verið. Undanfarin ár hava teir havt fleiri avbygdamenn á liðnum, men soleiðis er tað ikki í ár. Tað eru mest sum bara gøtumenn, sum stríðast fyri GÍ, men hetta er ikki tí at GÍ ikki vil hava spælarar aðra staðni frá.
Fleiri spælarar úr øðrum feløgum hava verið í sambandi við GÍ, men burtursæð frá Bárðuri á Lakjuni, so er hetta ikki vorðið til meiri enn prát.
Bárður á Lakjuni vandi við Gí í fleiri vikur í vetur, og tað var upp á tal, at hann skuldi gera sáttmála við gøtumenn, men nú er hann farin aftur til Fuglafirðar, og sunnudagin var hann við ÍF í Sumba.