Daniel hevur skift felag

Føroyski landsliðsspælarin hevur skift til Hillerød og skal spæla saman við Adriani Justinussen

Daniel Johansen hevur í dag skift til Hillerød, sum spælir í næstbestu deildini í Danmark. Føroyski landsliðsspælarin verður sostatt liðfelagi við Adrian Justinussen, sum hann spældi saman við í fleiri ár í HB.

 

Daniel Johansen er 25 ára gamal og spælir á vinstra bakki. Hann hevur spælt við HB á besta liðnum síðani 2015. Hann skifti í 2022 í eitt stutt skifti til FC Fredericia, men tað skiftið riggaði ikki so væl. Daniel Johansen skifti aftur til HB í summarferiuni í 2023, men fór sama sumarið til Thisted í triðjbestu deildini.

 

Her hevur vinstri bakkurin vunnið fram og hevur nú skift til Hillerød, sum hevur bæði Adrian Justinussen og ein gamla kenning í føroyskum fótbólti, Sebastian Pingel, í hópinum. Daniel Johansen hevur sína fyrstu venjing við nýggja felagnum um tíggju dagar.