VIDEO: Gareth Southgate fegnast um góða enska verjuspælið

(Video) Hoyr enska landsliðsvenjaran taka stutt samanum 0-0 javnleikin móti Slovenia

Ongland vann innleiðandi EM-bólk C, men tað er ikki nóg mikið til at gleða krevjandi ensku áskoðararnar, og ikki minst atfinningarsomu pressuna í Bretlandi.

 

Ongland vann tepran sigur á Serbia í fyrsta dystinum, var í trupuleikum í øðrum dystinum móti Danmark, ið endaði 1-1, og teir spældu ígjár javnleik 0-0 móti Slovenia.

 

Í stuttari samrøðu, ið rásin Optus Sport hevur lagt út á Youtube fegnast enski landsliðsvenjarin, Gareth Southgate um góða verjuspælið hjá Onglandi, men viðgongur lutvíst, at liðið átti at skapt fleiri málmøguleikar: - Hetta hevur verið ein torførur bólkur at koma ígjøgnum. Staðfestir Gareth Southgate.

 

Ongland spælir áttandapartsfinalu móti einum tríara í bólki D ella E komandi sunnudag. 

 

HER ber til at síggja og hoyra stuttu samrøðuna við Gareth Southgate, ið Optus Sport hevur lagt út:

 

##med2##