Daniel og Ioana Rapa: ? Føroyskt er nakað heilt serligt

Tað tók henni eitt hálvt ár og honum eitt ár at koma á lagið við føroyska málinum. Tey bæði undirvísa nú á føroyskum sum lærarar í Vestmanna skúla, og nú stendur ikki á at tosa føroyskt.
? Føroyskt er nakað heilt serligt og líkist ongum øðrum, siga tey bæði, Daniel og Ioana Rapa

Tú hoyrir, at tey duga væl at tosa føroyskt, og tað gera tey sanniliga eisini. Beinanvegin vit koma inn er tað føroyskt, vit hoyra. Einki hálvt ella lítið skiljandi føroyskt. Tað eru tvey sera fryntlig og væl tosandi fólk, sum bjóðað tær innum og við bráddum huga greiða frá teirra upplivingum við tí trupla føroyska málinum.
Tey komu til Føroya úr heimlandinum Rumenia í 1998. Tey flestu kenna mestur tey bæði, tí ørindini í Føroyum vóru og eru at venja og spæla við VÍF. Hondbóltin leggja vit tó á hillina hesaferð.
Tá tey komu til Føroya dugdu tey bæði at tosa enskt, og alt samskifti við fólk var eisini á enskum. Tað gekk eisini rímiliga væl, tí nógv fólk ? serliga tey yngru ? duga væl at tosa enskt. Teir eldru íbúgvarnir í Vestmanna vóru kanska ikki so glaðir fyri at tosa enskt, og tey bæði Ioana og Daniel vildu fegin læra føroyskt, og flestu fólkini høvdu bestan hugin at tosa føroyskt við tey bæði.
? Vit vildu fegin læra føroyskt. Eg eri tó sannførdur um, at høvdu vit ikki duga enskt, so hevði tað als ikki borið til. Vit vóru vís í, at vit ongantíð fóru at læra málið, tá vit komu, men tað hava vit so gjørt allíkavæl, sigur Daniel, sum leggur afturat, at honum als ikki dámar at tosa enskt við føroyingar. Hann heldur, at tað er partur av mentanini, at fólk hava so lætt við at skifta til eitt fremmandamál, tá tey tosa við fremmanda fólk.
Tey bæði, Ioana 25 og Daniel 27 ár, hava verið í Føroyum í fýra ár, síðani tey komu til ólavsøkudag 1998. Fyribils bíðar enn eitt ár í Føroyum.
? Tú mást læra málið, um tú skalt skilja mentanina, sigur Ioana.
Munur á
Tað gongur sum smurt, tá tey bæði greiða frá, og tú mást mestsum minna teg sjálvan á, at talan skal gerast um eina grein um útlendingar og føroyskt mál.
Tey bæði húsast í einum húsum, sum standa mitt í bygdini, og ítróttarhøllin og skúlin eru ikki meira enn nøkur fet frá húsunum. Tey eru rættiliga vorðin miðpunkt í hondbóltsbygdini Vestmanna. Málið hjá teimum brýtur heldur ikki av frá restini av bygdini. Tað eyðkenda seigliga vestmannamálið hevur eisini fest røtur hjá ný-vestmenningunum úr Rumenia.
Tað var tó munur á, hvussu skjótt tey lærdu at tosa føroyskt. Longu hálvt ár eftir, at tey vóru komin kom Ioana á lagið, og hon kundi samskifta við hinar á liðnum og onnur. Seks mánaðir seinni kundi Daniel so smátt byrja at samskifta á føroyskum.
? Konufólkið tók sær rættiliga av mær. Tær gjørdu sær stóran ómak við at læra meg føroyskt. Tær vóru tolnar og tóku meg við í bindiklubb og annað, og tað gjørdi veruliga ein mun, at tær tóku sær tíð til at læra meg at tosa og skilja føroyskt, sigur Ioana, sum heldur, at hetta er fremsta orsøkin til, at hon gjørdist stinn í føroyskum eftir so stuttari tíð.
Hugurin hjá mannfólkinum at læra Daniel var ikki tann sami. So við og við mentist Daniel eisini við tí føroyska, og hann er í dag rættiiga væl fyri.
? Tað kendist ógvuliga frustrerandi fyri meg ikki at kunna fylgja við, hvat onnur søgdu. Tá tey tosaðu saman og skemtaðu, so kundi eg als ikki fylgja við, og hetta ørkymlaði meg nógv, sigur Daniel.
Tað hevur tó heldur ikki verið uttan stríð, at tey bæði havi lært føroyskt.
? Nógv er komið burturúr dagligdegnum, men vit hava eisini fingið nógva hjálp, siga tey bæði við ein munn.
Hjálpin er komin nógvastaðni frá. Fleiri av kvinnupartinum av Vestmanna hava hjálpt Ioanu, og ein teirra var eisini til staðar, tá vit vitjaðu í Vestmanna seint eitt mánakvøld.
Daniel hevur m.a. fingið eina hjálpandi hond frá tannlæknanum í bygdini, og tað hevur munað væl.
Tey hava tó eisini sitið heima og kýtt seg. Tað eru á einum máli um, at sjónvarpi hevur havt stóran týdning. Teir sendingar, sum eru tekstaðar, læra rumenarnir nógv av.
? Vit læra nógv av sjónvarpinum. Tað er keðiligt at so fáar sendingar eru tekstaðar við føroyskum teksti, tí á henda hátt læra vit týdningi av hópin av orðum, og málið er eisini rættiligt føroyskt. Vit lærdu í roynd og veru danskt, áðrenn vit lærdu føroyskt, tí so nógvar sendingar høvdu danskan tekst, og tað var eingin trupulleiki, siga tey bæði.
Bæði dáma og duga tey væl enskt, og hetta hevur eisini gjørt tað lættari, men tað ber ikki til at umseta alt úr enskum, tí mállæran er als ikki tann sama, halda tey.
? Vit vildu fegin læra føroyskt, og vit royndu og royndu, hóast fólk høvdu hug at flenna, men tey meintu ikki nakað ilt við tí, sigur Ioana.
Tey heita á teirra vinfólk um at rætta tey, tá tey siga okkurt skeivt. Tað siga samstundis, at fólk hava vant seg somikið nógv við tey, at villurnar verða ikki lagdar til merkis.
Rumenskt er eitt mál av latínskum uppruna, og skuldi ikki líkst føroyskum nakað stórvegis. Tey hava tó lagt til merkis fleiri orð, ið líkjast í teimum báðum fremmandu málunum.
Tey duga tilsamans nógv mál nú, men eitt eru tey samd um:
? Føroyskt er sum einki annað mál. Tað er nakað heilt serligt, siga tey bæði flennandi.
Tey greiða frá, at tey fingu ein rættiligan hvøkk og vistu ikki síni livandi ráð, tá tey fyrstu ferð hoyrdu føroyingar tosa.
? Føroyingar eru teir einastu í heiminum í tosa, meðan teir anda inn, verður sagt, og láturin rungar, tá hugsað verður aftur á løtuna, føroyska málið fyrstu ferð opnaði seg fyri teimum.
Lærarar
Fyrstu tíðina fingist tey burturav við hondbólt, men hesi seinnu árini hava tey eisini fingist við at vera lærarar. Bæði hava tey útbúgving frá lærdum háskúla í Rumenia. Skipanin er øðrvísi í Rumenia, og tey bæði eru útlærdir lærarar í ítrótti, sum tey hava nýtt fýra ár fyri at læra. Tey hava førleikan til at undirvísa á lærdum háskúla. Hesi seinastu árini hava tey mest undirvíst í ítrótti í Vestmanna skúla.
Tey undirvísa eisini í øðrum lærugreinum. Øll undirvísingin er á føroyskum. Undirvísingin gongur eisini væl, og næmingarnir hava ongar trupulleikar við at skilja tey. Enn undirvísa tey bæði ikki í lærugreinini føroyskt.
? Tað er heilt øðrvísi at tosa við lærarar. Teir nýta heilt onnur orð ? annað mál, sigur Ioana.
Seinasta árið hava tey gingið á læraraskúlanum á skeiðið í føroyskum. Tey hildu av fyrstan tíð, at talan var um eitt skeið fyri lærarar av fremmandum uppruna, men tað varð heldur talan um eitt skeið fyri lærarar í føroyskum. Har hava tey tó lært nógv frá køna læraranum Árna Dahl.
Munnligi parturin hevur verið lættari enn tann skrivligi. Tey eru samd um, at enn er nógv eftir at læra, og tey ætla eisini at halda áfram við at læra meira.
? Okkum dámar væl at læra alt frá grundini. Vit fara at læra meira hvønn dag, ljóða síðstu føroysku orðini frá teimum báðum á hesum sinni.