Daniella Andreasen 90 ár

Tann 30. oktober varð Daniella Andreasen í Vestmanna 90 ár, og mong eru vit kring landið, ið gerast púra bilsin og halda fyri vist, at álmannakkin má mistaka seg. Tí Daniella ella Ella, sum mong nevna hana, er yngri í sinn og skinn enn mong í sokallaðum góðum árum. Men álmannakkin hevur sum kunnugt altíð rætt og tí eru vit mong kring landið, sum ynskja Daniellu hjartaliga til lukku við føðingardegnum. Vit gleðast samstundis um at kunna verða roknað til hennara vinir, at kenna hana og hennara blíða og lívsfríska lyndi, ið breiðir seg til øll, ið koma henni í nánd.

 

Daniella er ættað úr Sørvági úr góðum bergi brotin. Faðir hennara var Petur Jacobsen, Petur í Gomlustovu og móðirin var Johanna, fødd Davidsen, nevnd Dáva-Johanna og dóttir tann tiltikna Gamla-Dáva, ið var úr Kvívík. Daniella vaks upp í Sørvági og flutti sum átjan ára gomlu til Tvøroyrar, har hon fyrst arbeiddi hjá Theodor Gregersen og síðani á posthúsinum. Á eini ólavsøku hitti hon ein ungan lærara og yrkjara úr Vestmanna, tann vælkenda Andreas Andreasen og har varð kærleiki við fyrsta eygnabráð. Daniella og Andreas giftust tann 9. august 1932 og Daniella fylgdi síðan Andreasi til Skálavíkar, har hann var lærari.

Í Skálavík vóru Daniella og Andreas sera væl umtókt, og har fingu tey vinir fyri lívið. Hetta var ikki løgið, tí bæði høvdu tey sterka útstráling, men á hvør sín háttt. Ein gamal skálavíkingur helt tey hóska væl saman: Andreas álvarsamur, eitt sindur innitokin ikki sørt av einum heimspekingini - Daniella framúr livandi, útvend og charmerandi. Mótsetningarnir funnust og unntust væl eitt langt lív.

Saman gjørdust tey fyri mongum ímyndim uppá tað, sum nógv av teimum yngru ættarliðunum sambinda við tað góða gamla: eitt lív í trúfesti móti ætt og vinum, eitt lív í samljóði við umheimin. Hann á floti ella í ferð við at festa ein tekst á blað - hon við sínum handarbeiðum av ymsum slag. Daniella var og er framvegis framúrskarandi dugalig til hendurnar, og eingin hevur tal á øllum teimum pløggum, ið hon hevur lagt úr hondum.

Eftir eitt ár Selatrað, har hann eitt skifti var lærari, fluttu Daniella og Andreas til Vestmannar, har hann hevði fingið starv. Her í heimbygda hansara kom tey at búgva meginpartin av lívinum, men sambandið til vinir og kenningar uttan sum innanlands varð væl og virðiliga røkt og hildið livandi.

Daniella er farin um tey níti - framvegis líka andsfrísk, lívsglað og bjartskygd sum altíð. Altíð er hon við tí góða orðinum, altíð til reiðar at síggja tað bjarta og ljósa í lívsins viðurskiftum, hóast onkuntíð kann vera myrkt fyri framman. Daniella eigur tey sjáldsomu evni at varðveita tær stóru og góðu gávur, sum hon hevur frá skaparans hond. Ein tann størsta gáva hennara er hennara er hennara frásøgukynstur. Daniella hevur allar dagar verið ein góður eygleiðari, og hetta saman við hennara framúrskarandi frásøgukynstri ger tað til eina frægd at lurta eftir henni. Og hetta ger, at hon enn sum áður er tann, sum øll savnast um í einihvørju samkomu.

Daniella kan bergtaka eina samkomu við sínum frásøgukynstri. Tann, ið hesar reglur skrivar, var einaferð á sum blaðungur saman við vinmonnum veg í býin á ólavsøku. Tá komu Daniella og Andreas á vitja foreldur míni. Daniella fór eftir áheitan undir at siga frá eini kongavitjan í Vestmanna. Og henda í roynd og veru lítisverda søga gjørdist skjótt so áhugaverd, stuttlig, spennandi og margháttlig, at hvørki greinskrivarin ella hansara vinir komu oman til Havnar fyrr enn út ímóti morgni. Tá hevði Daniella rúnarbundið ein heilan hóp av skálvíkingum, skúvoyingum og ungum havnarfólkum við hesari og mongum øðrum frálíkum søgum. Hetta at duga at siga frá einari søgu ella einari hending var nógv umhildið í gomlum døgum. Men góð frásøgufólk fækkast í okkara tøkniligu tíð, og tí eru vit takksom fyri at kenna nøkur av teimum eldru, ið meistra hetta kynstur.

Daniella og Andreas áttu fimm børn og hevur hon, nú hon rundar tey níti, 16 ommubørn og 18 langommubørn - tað seinasta kom í heimin dagin fyri hennara stóra dag. Daniella er enn sum fyrr bjartskygd, greið, gløgg og ungdómmlig, fylgir við væl øllum, sum fyriferst úti sum heima og eitt nú fótbóltslandssliðið eigur neyvan dyggari stuðul enn hana. Trúføst er hon enn sum áður og hon enn hevur orðið í síni makt. Alt hetta og mangt annað ger, at øll, sum eru saman við Daniellu, gerast ríkari í huganum og frískari sinninum. Frá Daniellu fer eingin tómhentur. Harrin havi lov fyri slík menniskju sum Daniellu Andreasen og mátti títt lívskvøld, Daniella, verðið eins gott og blítt og alt tað góða, tú unnir okkum øllum, sum kenna teg og eru góð við teg.