Kvinnuhondbóltur
Eftir sorandi tapið fyri viku síðani í Vestmanna mundu tað vera tey fægstu sum roknaðu við, at Stjørnan skuldi gera nakað við oddaliðið úr Vági, tá hesar vitjaðu í Klaksvík sunnudagin.
Tað var tó ein stórur munur á Stjørnuni ta ferðina, og so nú sunnudagin, og tann munurin er Danijela Ercevic.
Sjálvandi er eitt lið meira enn ein einstakur leikari, men týdningurin sum hon hevur fyri liðið, bæði sálarliga og ikki minst leikliga man vera fult og heilt undirstrikaður, nú liðið innan eina viku hevur leikt tveir somikið ymiskar dystir.
Mansverjan avgjørdi
Frá teirri løtu at dysturin byrjaði, lá tað mest sum alla tíðina í luftini, at hetta fór ikki at gerast nøkur løtt uppgáva hjá VB. Stjørnan syrgdi rættiliga skjótt fyri, at vanligu toppskjúttarnir hjá VB ikki sluppu framat serliga nógvum skotroyndum, og tó at tær meira ella minni mansvardu hesar størsta partin av dystinum, so megnaðu eftirverandi VB-leikararnir í ov lítlan mun at gera sær dælt av plássinum, sum íkom av hesum.
Júst hetta hevur annars í fleiri førum verið stóra styrkin hjá VB, og í leikarum sum Gurið Mortensen, Arnleyð Hjelm og Lailu Jespersen, hevur liðið nakrar gjøgnumbrotssterkar leikarar, sum ikki tørvar so nógv pláss fyri at gera um seg, men sunnudagin í Klaksvík vildi einki bera til.
Eitt lítið skifti undan steðginum gjørdi VB eina roynd at toga seg leyst av Stjørnuni, og tað eydnaðist eisin i at økja um munin fyrstu løtuna eftir steðgin. Men eftir at Stjørnan í seinna hálvleiki svaraði aftur, gekk meira enn striltið hjá gestunum. Ikki minst tá VB um saman mundi misnýtti tvær ferðir av sjey-metra blettinum. Heldur ikki hjálpti tað, tá tær royndu at kopiera taktikkin hjá Stjørnuni við at mansverja Danijelu. Ístaðin kundi Stjørnan seinastu løtuna avgera dystin við trimum málum á rað.
Broyttar støður
Fyri Stjørnuna var talan fyrst og fremst um enn ein sigur, sum varð grundaður á stríðsviljan hjá einstøku leikarunum. Kanska hevur stórtapið í Vestmanna eisini tikið fast hjá ærukæru leikarunum, soleiðis at tær vildu reisa, so skjótt høvdið beyðst.
Hvussu er og ikki, so hevur Stjørnan ? nú grundspælið er um at vera liðugt ? lyft seg væl og virðiliga úr leiklutinum sum botnlið. Nakað sum annars sá út til at gerast teirra. Við sigrinum á VB tók liðið seg nevnliga upp á triðja plássið á stigatalvuni, og við tveimum dystum eru møguleikarnir eisini at vinna seg longur upp. Hetta verður tó trupult, tí talan er um útidystir móti teimum báðum liðunum, sum liggja beint undir Stjørnuni, men hinvegin kann liðið við hesum eisini lyfta seg nær avgjørda oddinum.
Fyri VB var tapið kanska ikki nøkur katastrofa. Tær eru framvegis fremstar í grundspælinum, og við einum dysti móti Tjaldri í bakhondini er lítið at ivast í, at teir eisini eru fremstar, tá farið verður undir grundspælið.
Men tað er einki at ivast í, at hetta ikki júst var eftir bókini fyri teirra viðkomandi. Enn restar ein sera trupul útidystur í Vestmanna, og tí kann væl vera, at munurin til næsta liðið bert verður eitt stig, tá endaspælið byrjar. Og tó at tær í VB alla tíðina hava roynt at halda lágan profil, so er hetta helst í minna lagi, tá hugsað verður um útgangsstøðið, sum liðið hevði fyri tveimum vikum síðani, tá tær framvegis høvdu fult stigatal.
Dysturin í tølum
Stjørnan-VB 24-21 (12-13)
Málskjúttar:
Stjørnan: Danijela Ercevic 11(2), Natasha Stamenkovic 6, Bára S. Klakstein 3, Davina Sundskarð 2, Una Olsen 2, Jastrid Gullaksen 1
VB: Daiva Tuomaite 6(1), Reda Kurkauskiene 5, Gurið Mortensen 4, Laila Jespersen 3, Arnleyð Hjelm 1, Guðrun Midjord 1, Eyðbritt Krosslá 1
Brotskøst: Stjørnan 2, VB 3
Útvísingar: Stjørnan 3, VB 1
Dómarar úr KÍF: Jákup Dam & Vagnur Johannesen.