Danir bastu íslendingum

Grannar okkara fyri norðan høvdu tað trupult í móti dønum úti á Argjum seinnapartin í gjár. Okkara U17 landslið tapti mánadagin tepurt fyri Danmark - 0-1 var úrslitið tá.

Nú skuldu íslendingar so royna seg ímóti dønum, men verri gekk hjá teimum enn tað hevði gingist okkum. Fýra mál komu í dystinum - trý til danir og eitt til Ísland.
Tá eitt korter var spælt av dystinum løgdu danir seg á odda við máli sum Thomas Juel- Nielsen gjørdi. Góðar fimm minuttir seinni svaraði Ísland aftur, tá Viðar Kjartansson javnaði fyri Ísland. Hesin sami maðurin skoraði eisini tvey mál ímóti Finnlandi, so sigast má, at talan er um ein vandamiklan harra.
Javnleikurin helt sær til farið var til hálvleiks.
Tvey mál komu aftrat í dystinum, og bæði málini fullu til Danmark. Tá seinni hálvleikur var hálvrunnin legði Andreas Moos Danmark á odda, og ein minutt fyri leiklok staðfesti hann sigurin, tá hann skoraði málið til endaliga úrslitið 3-1.