Danir fingu Urd í mini-útgávu

Vanliga fatanin er, at nógv er størri í Danmark enn í Føroyum. Tey eru 100 ferðir so nógv fólk sum vit, tølini á fíggjarlógini eru eisini nógv størri, enn tølini á okkara løgtingsfíggjarlóg.

 

Men tá talan er um havið kring Føroyar ella fjøllini í Føroyum, so hava danir ongan kjans. Tað hava teir heldur ikki, tá talan er um vind.

 

Tá ódnin Urd leikaði harðast á í Føroyum jóladag, var vindurin máldur til 78,7 metrar um sekundið. Tað er tað sama sum 283 kilometrar um tíman. Tá ódnin rakti Danmark, hildu tey hana eisini vera øðiliga – hóast hægst málda vindferðin var 37,7 metrar um sekundið – ella 135 kilometrar um tíman.

 

Harðasta hvirlan í Føroyum varð máld á Norðadalsskarði. Harðasta hvirlan í Danmark varð máld í Thorsminde í Vesturjyllandi.

 

– Vit hava faktiskt ongantíð sæð nakað líknandi í Danmark, sigur Jesper Theilgaard, veðurmaður hjá Danmarks Radio, við dr.dk um føroysku vindferðina.

 

Til samanberingar upplýsir hann, at størsta hvirlan, sum er máld í Danmark, var upp á 53,5 m/s, og tað var í ódnina Allan tann 28. oktober í 2013.