Danir keypa metnógvar elbilar

Sølan av elbilum í Danmark í februar slær enn eitt met á danska bilamarknaðinum.

Tað skrivar Mobilitet Danmark í tíðindaskrivi.

Í mánaðinum vórðu 11.933 nýggir persónbilar skrásettir í Danmark.

Hetta er ein vøkstur á 2,8 prosent í mun til februar í fjør. 

94,4 prosent av nýggjum bilum til privata nýtslu koyra við streymi.

– Góða undirtøkan fyri  elbilum hevur hildið fram inn í 2026 í tann mun, at vit eru komin upp á eitt nýtt stig við elektrifisering av bilasøluni. Elbilurin er farin frá at vera ein nisja til at vera fólkaogn, og nógv teir flestu brúkararnir velja nú ein elbil, tá teir hava brúk fyri einum nýggjum bili. Hetta er stuðlað av, at tað framvegis er fíggjar attraktivt at velja grønt, eins og lækkaða skrásetingargjaldið á elbilum hevur hildið fast í 2026. Hvussu karmarnir verða settir upp í framtíðini, verður avgerandi fyri víðari menning, sigur Mads Rørvig, stjóri í Mobility Danmark.

Topp 10 sølan persónbilum í Danmark í februar sá soleiðis út:

##med2##