Dánjal var toppskjútti í heimasigri hjá Fram

Fram hevur vunnið tveir teir fyrstu dystirnar

Mynd: Handkastið

Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir í Fram høvdu í kvøld dyst á heimavølli móti Þór Akureyri í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.

 

Fram vann greitt 36-27. Í fyrra hálvleiki lá ikki líka væl fyri hjá Fram, tí Þór var á odda 16-15 í steðginum. Í seinna hálvleiki var nærmast bert eitt lið á vøllinum.

 

Tað gekst sera væl hjá Dánjali, ið gjørdist einsamallur toppskjútti hjá Fram við sjey málum.

 

Fram hevur fult stigatal, fýra stig aftaná tveir teir fyrstu dystirnar. 

 

Komandi fríggjakvøld klokkan 20.30 spælir Fram dyst á útivølli móti Selfossi. 

 

 

 

 

 

Mynd: Handkastið