Mæla til at mótmæla á Krambatanga

Latum okkum møtast kl. 13 leygardagin á Krambatanga og mótmæla vánaligu samferðsluna frá og til Suðuroy, verður mælt til á uppslagi á facebook.

Á facebook hava nógvir suðuroyingar gramt seg um støðuna, nú Galaxy røkir siglingina um Suðuroyarfjørð.

 

Túrarnir eru færri í galdandi ferðaætlan, enn vanligt er, men harafturat kemur, at avloysaraskipið Galaxy longu hevur avlýst fleiri túrar vegna veður, og hetta hevur fingið fleiri at gera vart við, at veðrið neyvan gerst betri, tá vit koma í oktober og november.

 

Men í dag hava nøkur mælt til at mótmæla, at farleiðin ikki er nøktandi.

 

Og í kvøld heitir Maud J. Næs, at á suðuroyingar um at hittast til mótmælistiltak leygarmorgunin.

 

Hon skrivar soleiðis á sínum vanga á facebook: 

 

Nú er tíðin komin til handa - at verjuskipið liggur við kaj á Tvøroyri, so fólk her vita, at møguligt er at koma norður, um ein ólukka hendir ella illa veit við av sjúku!

 

Støðan er óúthaldulig!!!

 

Hendan myndin vísir okkara elskaða Smyril og tíðina vit sungu - men vit synga ikki nú og stemningurin er ikki góður í Suðuroynni nú - vit eru rasandi!!!

 

Vit í Suðuroy kunnu ikki liva við, at fleiri túsund fólk eru isoleraði, uttan ferðasambandi við umheimin!

 

Tyrlan kann føra fólk í ringasta føri, men ikki um veðrið er ov ringt!

 

Hendan støðan er heilt út av lagið vánalig í 2025!

 

Vit eru bombaði aftur í steinøldina í Suðuroynni við Galaxy!

 

Nú má vend koma í - og vit eiga eisini at vera ein verdugur partur av infrakjervinum í Føroyum!

 

Fyri ólukku- ella sjúkarakt og rørslutarnaði er Galaxy ein katastrofa!

 

Vinnulív og ítróttarfólk - ja faktisk øll verða rakt meint hesar vikur!

 

Ongantíð fyrr hava vit verði so illa fyri viðvíkjandi samferðslu við restina av Føroyum sum nú!

 

Sjálvt í verkfallstíð fyrr, áðrenn tað varð bannað at leggja Smyril - ja so hjálpti sluppin Johanna og onnur skip, so fólk í ringasta føri sloppu av oynni.

 

Góðu suðuroyingar - kl. 9:30 verður sagt at Galaxy skal fara av Krambatanga - men ongin veit longur um ferðaætlan heldur yvirhøvur.

 

Latum okkum fylkjast og mótmæla á Krambatanga og latað allar røddir komar fram, ið eru meinast raktar og lat okkum hoyrast, at vit ikki finna okkum í hesum!

 

Vit í Suðuroy hava eisini rætt at vera ein partur av infrakjervinum í Føroyum, javnmett við aðrir borgarir!

 

Latum okkum øll standa saman í Suðuroy um at mótmæla

 

Latum okkum møtast kl. 13 leygardagin á Krambatanga og mótmæla vánaligu samferðsluna frá og til Suðuroy!!!

 

Og Kringvarp Føroya, ið vit eisini gjalda til - kom suður og lýs støðuna her!!!