Nógv fólk var komið saman á Krambatanga í dag, har suðuroyingar savnaðust at mótmæla samferðsluni, nú Galaxy røkir suðuroyarleiðina.
Skelti vóri á lofti, og øll kundu fáa sær merki á bringuna, har tað stóð "Suðuroyartunnil nú".
Tað var ein av stigtakarunum, Maud Næs, ið fyrst tók orðið.
Í røðu síni kom hon m.a. inn á, at henda støðan, sum Suðuroyggin er í nú, má ikki henda aftur. Hon er hend ferð eftir ferð, men hetta skal vera síðsta ferðin, var boðskapurin.
Maud Næs heitti á øll um at skriva undir, tí tá tiltakið nærkaðist endanum, so fór møguleiki at vera at skriva undir mótmæli.
-Og tá Smyril kemur aftur, so fara vit til Havnar at handa løgmanni undirskriftirnar, segði Maud Næs, ið legði afturat, at møguleiki verður næstu dagarnar at skriva undir í øllum handlum í Suðuroynni.
Maud segði, at øll í Suðuroynni eru rakt av vánaliga ferðasambandinum, og at øll kenna sviðan av skerdu møguleikunum.
-Gleðin er burtur í Suðuroynni. Hetta er niðurgerð og niðurraðfesting, segði Maud Næs, sum legði dent á, at tá gjørt verður vart við støðuna, so er tað ikki grenj, men heldur tað, at suðuroyingar krevja gundleggjandi rættindi og virðing.
Hon fór síðani at lesa úr skrivum frá ítróttafeløgum í Suðuroynni, sum lýstu ringu støðuna.
Ingeborg
Síðani gev Maud fyrrverandi forkvinnuni í Føroya Arbeiðarafelag, Ingeborg Winther, orðið.
Ingeborg legði fyri við at siga, at hon nokk ikki fór at vera mild mótvegis politikarum, tí tað lá líkasum ikki til hennara.
Og hon gav teimum eisini av grovfíluni.
-Tað sita 7 politikarar úr Suðuroynni á tingi, og teir megnaðu ikki at fáa okkum eitt nýtiligt skip. Minnist til tað, segði Ingeborð Winther.
-Sum tað sær út nú, so verður Suðuroyggin skjótt fólkatóm, segði Ingeborg Winther millum annað.
Síðani varð sangur sungin, sum NePtuN yrkti í 2016, og onkur viðmerkti, at onki er broytt, og kann sangurin tí sigast at vera aktuellur enn. Tróndur og Lív stuðalu við guitarspæli og sangi.
Umboið fyri ferðavinnu søgdu nøkur orð og vístu á, at vinnan er sera ávirkað, tí vónleyst er hjá ferðafólki at koma til Suðuroyar í hesum døgum. Nita Næs hevði eisini orðið, og vísti á vánaliga sambandið, ið m.a. hevði við sær, at hon slapp ikki í føðingardag hjá ommubarninum í Havn, har annars øll hennara børn og ommubørn halda til.
Nógvir politikarar vóru ikki at síggja á Krambatanga í dag, men Bjarni Hammer var til staðar og tók orðið. Hann segði, at tá Suðuroyartunnil var fyri á tingið, so megnaðu politikarar úr Suðuroynni ikki at standa saman, men tunnilin kemur fyri aftur um ein mánað, so enn er vón. Bjarni segði, at politikarar hava brúk fyri ákoyringum, og takkaði hann fyri tær. Hann endaði við at staðfesta, at neyðugt er at fáa tunnil til Suðuroyar nú.
Fjøldin sang eisiini sangin "Tú ert tað fagrasta eg veit", og endað varð við Tjóðsanginum, innan fjøldin savnaðsit við røðarapallin at seta undirskrifitr á mótmælispappírini.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##