Danska stjórnin ætlar at seta 15 ára aldursmark fyri sosialar miðlar sum TikTok og Instagram. Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

Danmark ætlar at banna sosialum miðlum fyri børn undir 15 ár

Danska stjórnin er klár við einum lógaruppskoti, sum skal seta 15 ára aldursmark fyri sosialar miðlar. Foreldur skulu ikki kunna geva yngri børnum undantak.

Danska stjórnin ætlar at seta 15 ára aldursmark fyri sosialar miðlar sum TikTok og Instagram. Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

Børn undir 15 ár skulu ikki sleppa at brúka sosialar miðlar sum TikTok og Instagram í Danmark.

 

Í morgin sendir danska stjórnin uppskot til nýggja lóg til hoyringar. Tað upplýsir Christina Egelund, digitaliseringsráðfrúa, fyri Politiken.

 

– Eitt aldursmark steðgar sjálvandi einum parti av nýtsluni, men tað skal í veruleikanum eisini vera við til at broyta normarnar, so børn og ung byrja seinni á sosialum miðlum, sigur hon við Politiken.

 

Ætlanin er, at lógaruppskotið skal leggjast fyri Fólkatingið fyrst í 2027 og koma í gildi 1. juli 2027.

 

Einki undantak fyri 13- og 14 ára gomul

 

Ein týðandi broyting er gjørd í mun til upprunaligu ætlanina.

 

Tá táverandi SVM-stjórnin í november 2025 gjørdi avtalu um 15 ára aldursmark, var ætlanin, at foreldur kortini skuldu kunna loyva børnum niður í 13 ára aldur at brúka sosialar miðlar.

 

Hetta undantakið er nú strikað úr lógaruppskotinum, sum verður sent til hoyringar, skrivar Politiken.

 

Tað merkir, at 15 ára aldursmarkið eftir ætlan verður eitt veruligt mark – eisini hóast foreldrini góðtaka, at barnið brúkar sosialar miðlar.

 

SF var ikki við í avtaluni í fjør, júst tí flokkurin var ímóti møguleikanum hjá foreldrum at geva 13- og 14 ára gomlum undantak.

 

Sambært Politiken bendir nógv nú á, at breiður politiskur meiriluti verður fyri nýggju lógini. Umframt stjórnina eru Venstre og Konservative við í avtaluni.

 

Skulu verjast móti skaðiligum innihaldi

 

Endamálið við aldursmarkinum er sambært stjórnini at verja børn og ung betur móti møguliga skaðiligum innihaldi og vanaskapandi nýtslu av sosialum miðlum.

 

Flestu stóru sosialu pallarnir hava longu egin aldursmørk, men sambært Politiken verða tey ofta ikki handhevjað.

 

Nýggjar leiðreglur frá ES-nevndini í juli 2025 gjørdu tað møguligt hjá Danmark at seta eitt tjóðskaparligt aldursmark fyri sosialar miðlar.

 

Fleiri onnur evropeisk lond arbeiða eisini við lóggávu um aldursmark. Millum teirra eru Spania, Portugal og Noreg.

 

RITZAU

 

Danska stjórnin ætlar at seta 15 ára aldursmark fyri sosialar miðlar sum TikTok og Instagram. Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix