Bjørgfinnur Nielsen situr á havinum á Brynjumannaborði Mynd: Tórður Mikkelsen

Búði hjá sterkasta manni í Eysturoy

Kring landið liggja stórir steinar, sum sambært gomlum frásøgnum vórðu lyftir av monnum og kvinnum við óvanligari megi.

Bjørgfinnur Nielsen situr á havinum á Brynjumannaborði Mynd: Tórður Mikkelsen

Bjørgfinnur Nielsen hevur í nógv ár savnað søgurnar um føroysku lyftisteinarnar. Hann hevur skrásett og kannað meira enn hundrað høv og veit søguna um fleiri av monnunum, sum skuldu hava roynt seg við teimum.

 

Sum ungur vikarur á Glyvrum, búði hann hjá manni, sum hann sjálvur rópar sterkasta manni i Eysturoy.

 

Men Bjørgfinnur er ikki sjálvur farin kring landið at lyfta steinarnar. Tað eru frásagnirnar, fólkaminnini og spurningurin um, hvat er søgn og hvat kann hava verið veruleiki, sum hava hansara áhuga.

 

Í Sosialinum greiðir hann frá onkrum av lyftisteinunum – og frá manninum, sum var við til at kveikja áhuga hansara fyri høvum og søgum.

 

Les alla søguna í Sosialinum hetta vikuskiftið.

 

Sosialurin fæst í leysasølu kring landið, og haldarar kunnu eisini lesa blaðið á sos.fo við at logga á við haldaranummarinum.

 

Bjørgfinnur Nielsen situr á havinum á Brynjumannaborði Mynd: Tórður Mikkelsen

Longu á einum ólavsøkufundi á Føroya Fólkaháskúla í 1985 helt Bjørgfinnur Nielsen ein fyrilestur - ella eina røðu - um høv, og longu tá hevði hann savnað væl av tilfari um høv og søguna aftanfyri hesi

Bjørgfinnur Nielsen hevur stóran áhuga fyri høvum og roysnisteinum. Mynd: Tórður Mikkelsen