Danmark bert javnt móti Qatar

Í Golden Cup kappingini í Fraklandi endaði Danmark við at spæla javnt móti Qatar.

Í Golden Cup kappingini í Fraklandi endaði Danmark við at spæla javnt móti Qatar.

 

Talan var samstundis um seinasta venjingardyst áðrenn HM byrjar í Danmark komandi sunnudag.

 

Danmark hevði annars vunnið teir báðar fyrru dystirnar í kappingini, sum umframt tey bæði liðini, eisini taldi Frakland og Noreg.

 

Qatar vann dystin móti Noregi, tapti móti Fraklandi og fekk sum nevnt javnt móti Danmark.

 

Danmark virkaði illa upplagt allan dystin, og liðini skiftust um at vera á odda gjøgnum allan dystin. Tað tóktist tó, sum Danmark hevði fingið fatur í langa endanum, tá teir tveir minuttir áðrenn tíð komu upp á 23-21.

 

Men - eins og tað hevði merkt danska liðið gjøgnum allan dystin - enn ein feilur í álopsspælinum gjørdi, at Qatar kundi fara í skjótt mótálop og minka um munin, og eisini í síðsta minutti hendi tað sama.

 

Og fýra sekundir fyri tíð javnaði Qatar so til 23-23.

 

Tað undrunnarverda við Qatar er tó, at eini 6-7 tjóðskapir spæla við á landsliðnum hjá landinum. Millum annað fraklendingar, spaniólar, portugisarar og tunesar, men hetta er eftir øllum at døma nakað, ið lógirnar hjá altjóða hondbóltssambandinum loyvir.